Dramatiskur endi

Dysturin á Eiði fekk ein dramatiskan enda, tá Marni Djurhuus varð borin av vøllinum og beint inn sjúkrabilin, sum stóð við vøllin.
Hann varð koyrdur beinleiðis suður á sjúkrahúsið, har hann var lagdur inn undir observatión til sunnudagin, tá hann varð útskrivaður.
Marni Djurhuus skuldi temja bóltin, tá eitt innlegg kom. Jákup á Borg sær ikki Marna og ætlar at flukta bóltin, men rakar í staðin kollfirðingin í bringuna.
Marni Djurhuus small niður í svørin, og tað sást við tað sama, at her var talan um ein álvarsaman stoyt. Marni Djurhuus fekk illa anda og hostaði blóð.
Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at talan var um eina lungakonfektión  eitt ógvusligt slag á høgra lunga, og tað var tað, sum gjørdi, at hann hostaði blóð. Myndir vóru tiknar av bringuni, men enn er ikki greitt, um Marni Djurhuus hevur brotið ella brákað eitt riv.
Sunnudagin á miðdegi varð Marni Djurhuus útskrivaður við boðunum um at binda frið næstu dagarnar.