HT hevur júst keypt ein goymslubygning frá Sunda kommunu. Nýggi goymslubygningurin liggur í Hvalvík.
- Talan er um eina stóra tóma høll, sum vit fara at nýta sum timburgoymsla. Vit ætla okkum at goyma stóran við inni í høllini. Høllin er næstan líka stór sum ein ítróttarhøll, siga tey frá HT.
Havnar Timburhandil hevur seiinastu tíðina vaksið munnandi um virksemið, men høllin er ikki beinleiðis avleiðing av økta virkseminum:
- Nýggja timburgoymslan ger, at vit kunnu brúka goymslurnar í Havn øðrvísi. Soleiðis kunnu vit nýta hølini hjá okkum meira effektivt. Tá ið tann stóri viðurin er fluttur út, verður lættari at skipa vøruna, sum kann koma beinleiðis út í handilin. Sum nú er, er ikki arbeiðsligt inni i goymsluni, tí at tað liggur so nógvur stórur viður og sløðist, sigur Jørmann frá HT.
Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, hvat tað leysgivna plássið skal nýtast til, men tað gevur fleiri møguleikar til timburhandilin.










