fríggjadegnum í næstu viku, og teir eru býttirí fimm bólkar. Tveir av teimum seks í hvørjum bólki sleppa í finaluna, sum sostatt verður mannað við 10 monnum. Í bólkinum hjá Regini eru menn, sum áður hava verið [...] fyri sterkar menn var í Føroyum í mai mánaði. Tað var økslin, sum fekk ein snudd, men seinasta mánaðin hevur sterki maðurin vant við fullari ferð. Hann hevur vant í Danmark og í Føroyum, og hann heldur [...] Men eg veit, at hinir menninir í bólkinum hava vant miðvíst til júst tær kappingarnar, og tí skal eg gera mítt ítarsta fyri at koma í finaluna. Norðurlendingar favorittar Í innleiðandi kappingini eru seks
aðra list. Han var føddur í 1944, og nú hann andaðist í desember 2023, var hann 79 ára gamal. Hann var útbúgvin lærari, ið var hansara lívsstarv, og tað røktaði hann í 41 ár. Men fyri Frits Johannesen [...] sýnt fram á málningaframsýningum síðani í 1969 bæði í Føroyum og í fleiri Norðurlondum. Hann hevur listprýtt fleiri staðni kring Føroyar sum til dømis Mentanarhúsið í Fuglafirði, Træskurð til Studentaskúlan [...] var myndlistin annað lívsstarv hansara. Í bókini Frits, sum Sprotin gav út í 2019, greiðir hann frá, hvussu hann longu sum smádrongur dámdi at tekna og mála, og soleiðis hevur hugsavnað seg um hesa skapandi
Bjarki Meitel er 34 ár og úr Tórshavn. Hann hevur lisið tónleik á Berklee College of Music í Boston. Føroyingar kenna hann kanska best, sum trummuleikaran í Chase og sum bassleikara í alskyns bólkum. Mánakvøldið [...] luttakararnar í tiltakinum Markleys Útbúgving 2005/2006 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Bjarki sigur, at hann ætlar ikki at halda nakra serliga framløgu, men ístaðin heldur vil svara spurningum, um lestur í USA, fyrimunir [...] lisið í Danmark. Hann ivast tó í, um hann hevði sloppið inn á konservatorii í Keypmannahavn. Krøvini eru nokkso serlig, og hann væntar ikki, at hann kundi lokið tey. Men sigur seg heldur ikki hava áhuga
til seksti børn ? 36 í barnagarð og 24 í vøggustovu. Men áðrenn børnini sleppa at royna køkurnar og annað gott, sum er fingið til vega í sambandi við dagin, so skulu tveir menn í slipsi líka siga sítt [...] at Løgmannabreyt í skrivandi stund er ein hin barnaríkasti býlingurin í Føroyum. Nýggju útstykkingarnar seinnu árini hjá Tórshavnar kommunu hava fyrst og fremst savnað barnafamiljur í Hoyvíkshaganum. Gøturnar [...] løgmannanøvnum gerast støðugt fleiri. Og har í grannalagnum ? eins og aðrastaðni í høvuðsstaðarkommununi ? er stórur tørvur á barnaansing. Størsti parturin av børnunum í nýggja stovninum búgva ikki so langt frá
tey hugdu djúpt inn í eyguni hvørt á øðrum. Her hava tey skjótt verið í eitt heilt lív saman í gleðisstundum og sorgardøgum, men væl hava tey dugað at nomið við teir træðrirnar, sum hava givið lívinum tað [...] diamantur uppi á Høvdini við Tróndarbrekku í hesum døgum í Fuglafirði. Tann 31. mai í ár kunnu hjúnini Henny og Mogens Petersen úr Fuglafirði halda diamantbrúdleyp. Í hesum skyggingum renna minnir fram, har [...] Um so verður, verður tað synd í okkum, sum lýða á, at missa eitt ljóð í bygdini, sum vit hava lýtt á í meira enn eina hálva øld. Hetta er á alfaravegi, og fá eru tey í dag, ið flyta seg á hesum gøtum
Yrkingin lýsir landakortið í skaldskapi. Í fjør hátíðarhaldu vit eisini, at Merkið bleiv 100 ár. Tíðarrenningin hjá kortinum á føroyskum hondum byrjar nú, 100 ár aftan á. Í dag bróta vit upp úr nýggjum [...] Vit skulu hava í huga, at Føroyar er nr. 65 í stødd í heimshøpi. Tí er tað ikki at undirmeta týdningin av yvirtøkuni av sjókortøkinum. Eg haldi ikki, at vit enn vita, hvussu nógv liggur í hesum, men tað [...] atgongd til at sita við borðið í altjóða høpi og eigur eisini at hava í sær víðkaðar møguleikar fyri bæði vinnulív og okkara mentan. Taka vit til dømis staðarnøvnini, sum hava alstóran týdning bæði søguliga
kappingaføra. Men hvussu í allari víðu verð skalt tú gera tað, um vinnan onga ávirkan hevur á tað, sum granskað verður í. Eini tíggju til fimtan verkætlanir eru í gongd í løtuni. Vit hava bert verið við at velja [...] ivast tú í, um tú skalt tora at fara inn í eitt prosjekt. Einu løtuna er Starvsstovan partur í eini vinnulívsverkætlan, og næstu løtuna koma tey kanska út og steingja virkið. Í dag luttekur vinnan í fleiri [...] vil, sigur Helgi. Guðrið er púra samd: -Vit mugu spyrja: Hví vilja vit hava fiskiíðnaðargransking í Føroyum? Politikararnir vilja hava gransking, men ána ikki hví. Ein má seta sær eitt langtíðar mál, heldur
bólki, skipini eru í, betri er lønin eisini. Hesi seinastu árini eru tvey nýggj skip komin í almenna flotan. Í 2000 kom vaktarskipið Brimil og í 2001 kom sandoyarferjan, Teistin. Í báðum førum vóru samráðingar [...] var í gildi, inntil nakað annað hendir. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at í sambandi við vanliga sáttmálan, hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað teimum somu lønarhækking, sum onnur hava fingið [...] Men í báðum førum hendi eisini tað, at samráðingarnar gingu so illa, at skipini komu at liggja bundin við bryggju í vikur og mánaðir eftir at tey vóru liðug og klár at seta í sigling. Og næsta ár kemur
sum er skorin út í kortið við miðnámsskúla í Vági og heilsuskúla á Tvøroyri, skal broytast. Eitt annað ivamál hevur verið, hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiðir eftir. ? Har hava vit gjørt greitt, [...] tilboðnum frá landsstýrinum um at byggja Røktarheim í Vági, verður farið til verka beinanvegin. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanamálum. Hann sigur, at á fundinum við suðuroyingar [...] kann taka støðu nakað skjótt, so at greiða fæst á um tað verður egg ella ungi. Í løtuni liggur bólturin sostatt hjá kommununum í Suðuroynni. Hans Pauli Strøm sigur, at summar kommunur boðaðu beinanvegin frá
-At lond gera av at fara í kríggj við Irak fyri at fáa eitt annað stýri í landinum, men einki gera fyri at skipa eitt palestinskt ríki fer bert at gera vreiðina uppaftur størri, sigur Torbjørn Jagland [...] frið í frælsi í økinum. -Men hetta letur seg ikki gera uttan at loysa tann palestinska spurningin. Hann úlmar alla tíðina, og hann er ein meginorsøk til ein stóran part av yvirganginum, sum vit hava sæð [...] palestinar, at verið lagdar undir grein sjey í ST-sáttmálanum, soleiðis at tiltøk kunnu koma upp á tal. Á tann hátt hevði trygdarráðið fingið møguleikan at sett í verk tiltøk, sum kundu gjørt enda á hersetingini