Nýggi Smyril kann fáa somu lagnu sum Teistin og Brimil

Skipara- og Navigatørfelagið krevur, at yvirmenninir, sum skulu við nýggja Smyrli, skulu hava lønarhækking. Tað var júst hetta, sum førdi til, at nýggja sandoyarferjan, Teistin og nýggja vaktarskipið, Brimil, lógu við bryggju í vikur og mánaðir, eftir at tey vóru liðug

Sáttmálasamráðingar

Verður tað so galið, at nýggi Smyril kemur at liggja bundin við kei í fleiri vikur, ella mánaðir, eftir at hann er liðugur?
Hetta er spurningurin, sum mong longu eru farin at seta sær, hóast nýggi Smyril ikki verður liðugur fyrrenn í oktober.
Og tað er ikki av órøttum, at hesin spurningurin verður settur, tí øll minnast, hvussu tað plagar at ganga, tá ið nýggj skip koma í flotan og sporini ræða.
Tá ið nýggj skip koma í flotan hjá Strandferðsluni ella Vaktar og Bjargingartænastuni, skulu samráðingar verða, hvussu skipið skal bólkast.
Tað stendur í sáttmálanum ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið. Og hægri bólki, skipini eru í, betri er lønin eisini.
Hesi seinastu árini eru tvey nýggj skip komin í almenna flotan. Í 2000 kom vaktarskipið Brimil og í 2001 kom sandoyarferjan, Teistin.
Í báðum førum vóru samráðingar um lønina hjá yvirmonnunum. Men í báðum førum hendi eisini tað, at samráðingarnar gingu so illa, at skipini komu at liggja bundin við bryggju í vikur og mánaðir eftir at tey vóru liðug og klár at seta í sigling.
Og næsta ár kemur so skipið, sum ber av øllum í almenna flotanum: Nýggi Smyril, sum skal sigla ímillum Suðuroy og Havnina.

Eru ongu byrjaðar
Ellintur Abrahamsen, formaður í skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at samráðingar um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu við nýggja Smyrli, eru longu byrjaðar.
Hann sigur, at sáttmálin ímillum fíggjarmálaráðið og Skipara- og Navigatørfelagið um yvirmenninar við Strandfaraskipunum gekk út 1. desember.
Samráðingar eru byrjaðar um nýggjan sáttmála og í tí sambandinum hevur Strandferðslan biðið um, at samráðingarnar um yvirmenninar við nýggja Smyrli, verða tiknar upp í.
Sotað væntar Ellintur Abrahamsen, at tær verða.
Hann sigur, at samráðingarnar eru ongan veg komnar og nú nýval er útskrivað, væntar hann ikki, at nakað stórvegis hendir aftur, fyrrenn nýggj samgonga er skipað.
? Møguliga verða onkrar samráðingar, men sáttmáli verður so ongin, fyrrenn nýggj samgonga er skipað.
Hann leggur tó afturat, at partarnir eru samdur um, at leingja sáttmálan, sum var í gildi, inntil nakað annað hendir.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur, at í sambandi við vanliga sáttmálan, hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað teimum somu lønarhækking, sum onnur hava fingið.
Men partarnir eru ikki heilt samdir um útrokningargrundarlagið, tí Skipara- og Navigatørfelagið vil hava, at lønarhækkingarnar skulu roknast út frá samlaðu lønini, tvs. við yvirtíð og øllum.
Kortini væntar hann, at partarnir fara at koma til eitt úrslit.
Men hvussu verður við teirri serligu lønarhækkingini til yvirmenninar, sum skulu við nýggja Smyrli, veit hann ikki.
Ellintur Abrahamsen vil onki siga, hvørji lønarkrøvini eru.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur einar 30-35 mans við skipunum hjá Strandferðsluni.