Bjarki spældi bass á Berklee

Stóra og fjølbroytta umhvørvið í Boston dróg, eg havi fingið eitt ótrúliga stórt netverk, eg havi vinir og kenningar um allan heim.

Bjarki  Meitel er 34 ár og úr Tórshavn. Hann hevur lisið tónleik á Berklee College of Music í Boston. Føroyingar kenna hann kanska best, sum trummuleikaran í Chase og sum bassleikara í alskyns bólkum. Mánakvøldið verður hann millum luttakararnar í tiltakinum Markleys Útbúgving 2005/2006 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Bjarki sigur, at hann ætlar ikki at halda nakra serliga framløgu, men ístaðin heldur vil svara spurningum, um lestur í USA, fyrimunir, vansar og upplivingar.
 
Størri umhvørvi
Bjarki  slapp inn á skúlan í Boston við at fara til upptøkuroynd á heimsrundferðini hjá Berklee. Hann fór til royndina í Argentina, har hann var staddur. Hann sigur, at tað, sum dróg, var stóra og fjølbroytta umhvørvið í Boston. Tað at ganga á einum skúla, við fólki úr øllum møguligum londum gevur stóran íblástur, bæði fólk og tónleikur eru sera ymisk.
Hann sigur, at hann hevur fingið eitt øgiliga stórt netverk, og hevur vinir og kennigar um allan heim. Hann roknar ikki við at hetta hevði verið so umfatandi, um hann hevði lisið í Danmark. Hann ivast tó í, um hann hevði sloppið inn á konservatorii í Keypmannahavn. Krøvini eru nokkso serlig, og hann væntar ikki, at hann kundi lokið tey. Men sigur seg heldur ikki hava áhuga í eini danskari konservatorii útbúgving. Hetta er jú ein heilt onnur útbúgving enn tann í Boston, og Boston er ein heilt annar býur enn Keypmannahavn.
 
Hart lív
Bjarki  sigur, at lívið í Boston er øgiliga nógv annarleiðis enn um okkara leiðir. Stressið í Boston er sera nógv. Fólk flyta seg alla tíðina, t.d. etur tú morgunmat á veg í skúla, døgurða meðan tú gongur úr einum stað til eitt annað og so framvegis. Tú setir teg næstan ongantíð niður at eta. Tú keypir eisini allan mat úti. Tú hevur onga frítíð, skúli, arbeiði og onnur geramál eru øll í ein vavgreyti. Hetta er hart fyri tey, sum vilja skipa dagin og leggja hann í fastar karmar, men Bjarki  dámdi tað væl.
Hann kundi tó gott ilskast eitt sindur inn á pappírsveldið, sum er ótrúliga stirvið og tungt at hava við at gera í USA.
Hann sigur, at serliga tann fíggjarligi parturin var harður. Tú skalt gjalda fyri skúlan, og noyðist alla tíðina at arbeiða fyri at fáa fígging, sokallað fundraising. Hann letur tó væl at stuðulsmøguleikunum, og møguleikarnir fyri at fáa lán vóru eisini góðir. Men sum tónleikari ert tú eitt sindur varin við at taka ov stór lán. Tí tey skulu gjaldast aftur, og ein tónleikari hevur sjálvdan eina støðuga inntøku.