STOVNUR
Tað er valla langt frá sannleikanum, at Løgmannabreyt í skrivandi stund er ein hin barnaríkasti býlingurin í Føroyum.
Nýggju útstykkingarnar seinnu árini hjá Tórshavnar kommunu hava fyrst og fremst savnað barnafamiljur í Hoyvíkshaganum.
Gøturnar við løgmannanøvnum gerast støðugt fleiri. Og har í grannalagnum ? eins og aðrastaðni í høvuðsstaðarkommununi ? er stórur tørvur á barnaansing. Størsti parturin av børnunum í nýggja stovninum búgva ikki so langt frá dagstovninum, men onkri eru koma eisini frá útjaðaranum í kommununi.
Týsdagin lat so tann nýggjasti dagstovnurin í kommununi alment upp. Fleiri standa í gerð, og uppaftur fleiri eru komnir seinnu árini. Fyri smáar níggju millónir við øllum stendur hesin nýggi dagstovnurin klárur at taka í nýtslu.
Og henda týsdagin, tá børnini og foreldur kunnu fegnast um eitt nýtt fast tilhaldsstað, er hýrurin góður. Tey nógvu børnini síggjast, merkjast og mest av øllum hoyrast. Tað er ymiskt, hvussu lætt ella torført tað er hjá børninum at vera foreldrini fyriuttan. Hendan dagin eru tey møtt upp í stórum tali, men vanligar dagar verða børnini einsamøll við starvsfólki og hvørjum øðrum.
Í tí stóra og heila tykjast fólk eisini at vera nøgd við nýggja stovnin. Tað er byggifelagið hjá býráðsliminum Høgna Mikkelsen, sum hevur smíðað. Stovnurin er til seksti børn ? 36 í barnagarð og 24 í vøggustovu.
Men áðrenn børnini sleppa at royna køkurnar og annað gott, sum er fingið til vega í sambandi við dagin, so skulu tveir menn í slipsi líka siga sítt. Borgarstjórin, Jan Christiansen, leggur fyri, og hann handar eisini stovninum eina gávu, sum er ein fotomynd. Eisini formaðurin í mentamálanevndin hjá býráðnum, Heðin Mortensen. Røðurnir líktist hvørjari aðrari, og báðir løgdu teir dent á, at tað er eitt av aðalendamálunum hjá sitandi samgongu, at ansingartørvurin í kommununi skal verða nøktaður, áðrenn hetta valskeiðið er runnið komandi ár.
Eisini leiðarin á stovninum, Sofía Nattestad, segði nøkur orð. Hon er útbúgvin pedagog og hevur drúgvar royndir ymsastaðni frá. Sjálv heldur hon, at nýggi stovnurin er góður.
?Karmarnir eru góðir, og nú skulu vit geva stovninum eitt innihald, segði Sofía Nattestad, sum verður eitt av fjúrtan fólkum til arbeiðis á stovninum.
Stovnurnar hava fingið nøvnini Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran. Torført var at finna hóskandi staðarnøvn úr nærumhvørvinum, so tey leita sær oman í fjøruna eftir íblástri.
Eftir røðurnar sang Malan Thomsen fyri børnunum og teimum vaksnu, meðan Finnur Hansen spældi afturvið.
Og so var ikki neyðugt hjá børnunum at sita still longur. Foreldur og børn kundu í felag flyta seg runt á stovninum, sum kortini ikki er heilt ókendur fyri flest teirra. Men týsdagin varð hann so alment tikin í nýtslu, og barnaríka umhvørvið hevur nú fingið eitt nýtt frámerki.