Eiga at umhugsa tiltøk ímóti Ísrael

-Tað er dupultmoralur at seta revsa Irak við tiltøkum, men ikki Ísrael, heldur fyrrverandi norski forsætissráðharrin, Torbjørn Jagland, sum nú er formaður í uttanríkispolitisku nevndini hjá Stórtinginum.

-At lond gera av at fara í kríggj við Irak fyri at fáa eitt annað stýri í landinum, men einki gera fyri at skipa eitt palestinskt ríki fer bert at gera vreiðina uppaftur størri, sigur Torbjørn Jagland, sum heldur, at ST eigur at leggja uppí fyri at noyða Ísrael at halda gjørdar samtyktir.

-Eg veit væl, at hetta er eitt eymt mál, men eftir mínari hugsan áttu tær samtyktirnar, sum galda ísraelsmenn og palestinar, at verið lagdar undir grein sjey í ST-sáttmálanum, soleiðis at tiltøk kunnu koma upp á tal. Á tann hátt hevði trygdarráðið fingið møguleikan at sett í verk tiltøk, sum kundu gjørt enda á hersetingini og fingið eit palestinskt ríki skipað, sigur hann.

Torbjørn Jagland vísir á, at seinastu tólv árini hevur Irak liðið undir búskaparligum revsitiltøkum, og nú er landið rakt av kríggið, tí USA heldur ikki, at irakar gera eftir samtyktunum hjá ST. Harafturímóti er Ísrael sloppið undan tílíkum tiltøkum, sjálvt um landið hevur brotið ST-samtyktirnar, sum hava álagt landinum at taka seg aftur av teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka, í Gaza-geiranum og á Golan-herunum.

-Eg legði til merkis, at bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw, herfyri segði, at Vesturheimurin hevur havt eina dupultmoralska hugsan, tá tað snýr seg um Miðeystur. Eg eri samdur við honum í, og vit mugu gera nakað við hetta. Vit mugu javnseta ST-samtyktirnar um Ísrael og palestinararnar við samtyktirnar um Irak, sigur Torbjørn Jagland.

Hann sigur, at á tann hátt hevði Vesturheimurin sloppið undan skuldsetingum um, at hann ger mun á, hvat land tað snýr seg um, og at Vesturheimurin ikki vendir sær ímóti muslimunum, men roynir at skapa frið í frælsi í økinum.

-Men hetta letur seg ikki gera uttan at loysa tann palestinska spurningin. Hann úlmar alla tíðina, og hann er ein meginorsøk til ein stóran part av yvirganginum, sum vit hava sæð. Tí arabarar og palestinar kenna tað, sum at Vesturheimurin ger mun á Ísrael og arabisku londunum. Í teimum fátæku palestinsku flóttafólkalegunum, har fólk eru statsleys og eingi rættindi hava, veksur vreiðin um hendan dupultmoral.

-Amerikanarar halda kanska, at teirra makt kann ræða muslimarnar. Eg vænti, at úrslitið sum frá líður verður tað øvugta, og at vreiðin fer at veksa. Serstakliga tí einki verður gjørt fyri at loysa ta ósemjuna, sum úlmar niðri undir alla tíðina, nevnliga ósemjan millum ísraelsmenn og palestinar, sigur Torbjørn Jagland við norska útvarpið.