Ov lítla nyttu av hvørjum øðrum

Granskararnir halda ikki vinnuna gagnnýta arbeiði teirra nóg væl. Vinnan heldur seg fáa alt ov lítíð burturúr granskingini. Hóast felags mál - at fáa meira burturúr fiskinum - er samskiftið ofta vánaligt

Bjørt Samuelsen


- Sjálvandi vil vinnan lata meira pening til fiskiíðnaðargransking, men fyrst mugu vit kenna á okkum, at vit fáa nakað fyri pengarnar, sigur Guðrið Andorsdóttir, góðskustýringleiðari á Føroya Fiskavirking alias United Seafood.

Eftir at altjóða ráðstevna í fiskiíðnaðargransking júst hevur verið í Føroyum, hevur fokus verið sett á tørvin á matvøru- og fiskiíðnaðargransking her heima. Sosialurin var við, tá tríggir »ektaðir« fiskiíðnaðargranskarar hittu umboðið frá føroyska fiskiíðnaðinum.

Óluva Niclasen, Magnus Pauli Magnussen og Helgi Nolsøe eru øll knýtt at fiskivinnudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.


Ov lítla ávirkan

- Stikkorðið er at gera vinnuna meira kappingaføra. Men hvussu í allari víðu verð skalt tú gera tað, um vinnan onga ávirkan hevur á tað, sum granskað verður í. Eini tíggju til fimtan verkætlanir eru í gongd í løtuni. Vit hava bert verið við at velja tvær av teimum, sigur Guðrið.

- Við teimum prosjektunum,eg havi arbeitt við, hevur eingin trupulleiki verið at fáa vinnuna við. Innan fiskiroyndir hevur vinnan sloppið at sagt sítt, áðrenn verkætlananir eru settar í gongd, men ofta eru eingi uppskot komin haðani, sigur Helgi.

- Nei, tað er ikki rætt. Vinnan er sloppin at velja frá, ongantíð at velja til! Ein listi við 20 uppskotum er lagdur fyri okkum, og vit verða so spurd: Hvat av hesum halda tit, vit skulu velja. Tað er bestemt ikki tað sama sum at sleppa at vera við at avgera, sigur Guðrið.

- Tað hevur helst verið so ómakaleyst hjá Fiskirannsóknarstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at sita á teimum 8 milliónunum, sum árliga verða játtaðar, at eingin annar skal sleppa framat, heldur hon.

Hettar heldur Óluva vera løgið:

- Eg kann svara fyri okkum granskarar, at vit heldur enn fegin vilja arbeiða saman við vinnuni. Tímir vinnan at vera við at seta saman og greina verkætlanir, er tað jú tað ideella. Men tað krevur eitt arbeiði frá báðum síðum, sigur Óluva.

- Flestøll í vinnuni eru á einum máli um, at man hevur fingið alt, alt ov lítið burturúr granskingini, sum hevur verið. Hví eru granskingarumstøðurnar hjá okkara høvuðsvinnu so heilt út av lagi vánaligar, hóast nógvar milliónir árliga verða nýttar til fiskiíðnarðargransking? Tað mátti borið til at fingið nógv meira burturúr pengunum, heldur Guðrið.

- Men kann ikki vinnan keypa sær granskingina sjálv, vil hon hava størri ávirkan?

- Í dag fer vinnan ofta uttanlands at keypa sær gransking. Nógv av hesum kundi óivað verið gjørt her heima, svarar Guðrið.


Hóttarnir og missálit

Guðrið heldur eina forðing fyri betri samstarvi við granskararnar vera, at granskingin er knýtt beinleiðis at einum stovni, sum eisini umsitur eftirlitið.

- Sum vinnupartnari ivast tú í, um tú skalt tora at fara inn í eitt prosjekt. Einu løtuna er Starvsstovan partur í eini vinnulívsverkætlan, og næstu løtuna koma tey kanska út og steingja virkið. Í dag luttekur vinnan í fleiri verkætlanum Starvsstovan skjýtur upp, simpelthen tí at tey tora ikki annað. Tey rokna við, at siga tey nei, so fellur hamarin.

- Sigur tú, at virkini óttast revsitiltøk, um ikki tey luttaka?

- Ja! Her endurgevi eg pástandir, sum eru komnir úti í vinnuni, sigur Guðrið.

- Hatta trúgvi eg einki uppá, flennur Helgi.

- Sjálvandi mugu vera vatntøtt skott millum granskingina og eftirlitið, og tað haldi eg, tað hevur verið, sigur hann.

-Tankin hevur streyfað meg, at hatta kann vera ein trupulleiki, viðgongur Óluva.

- Hatta er heilt nýtt fyri mær, sigur Magnus Pauli sum hevur starvast við matvørugransking í fimtan ár. Hann heldur, at hesum mugu partarnir fáa greiðu á skjótast til ber.

- Hygg Norra til dømis, har man hevur skilt gransking og eftirlit at. Tað er helst gjørt fyri at sleppa undan, at tað lekur millum deildirnar. Politiið og bileftirlitið eru heldur ikki sami stovnur, sigur Guðrið.


Karmar og skipan vanta

Bæði granskararnir og umboðið fyri vinnuna halda, at granskingin má skipast nógv betur enn í dag.

-Uppgávan hjá tí almenna er at fastleggja nakrar karmar sum granskingin skal virka innanfyri, og at seta nøkur mál, so man veit, hvat tað er man vil, sigur Helgi. Guðrið er púra samd:

-Vit mugu spyrja: Hví vilja vit hava fiskiíðnaðargransking í Føroyum? Politikararnir vilja hava gransking, men ána ikki hví. Ein má seta sær eitt langtíðar mál, heldur hon.

Hóast tey fýra ikki eru á einum máli um, hvar og undir hvørjum stovni ein samskipað gransking átti at ligið, halda tey øll, at neyðugt er við einari granskingarmiðstøð:

- So hevði vinnan eisini vitað, hvar hon skuldi vent sær, sigur Magnus Pauli.

Tey eru eisini samd um, at fíggingin eigur at verða býtt ímillum tað almenna og vinnuna.

- Alla aðrastaðni hevur man skipanir, har partvíst vinnan og partvíst tað almenna fíggja granskingina. Vit ynskja eina almenna grundfígging, sum man kan arbeiða út frá, og so mugu granskararnir út at fáa fatur á prosjektum í vinnuni. Tá ið vinnan kemur inn við fígging, kann hon eisini krevja nakað, heldur Óluva. Í løtuni arbeiðir hon við eini eina verkætlan, har tíggju vinnupartnarir eru við.

- Roykivirkini hava havt trupulleikar við Listeria-bakteriuni, og verkætlanin er tí beinleiðis rættað ímóti vinnuni. Tá var lætt at fáa undirtøku, greiður Óluva frá.

- Merkir tað, at granskararnir eru ov passivir at fáa vinnuna við í granskingarverkætlanir?

- Avgjørt. At samskifta er ein vísund í sjálvum sær. Tað er skilligt, at vit hava trupulleikar við at bera fram okkara kunnleika. Tað er ein stór avbjóðing, at fáa samskiftið millum vinnuna og granskararnar uppá eitt nógv, nógv hægri støði enn í dag.


Ovmikið at gera

Tey fýra eru púra samd um, at tað eru ovmikið av áhugaverdum evnum granskast kann í her heima.

- Gransking ljóðar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.

- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.

- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:

-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.

Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.

Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.