mát brúkt til at vísa, hvussu javnt inntøkurnar í einum landi eru býttar. Tey eru Gini-vísitalið og fimtingslutfallið. Er Gini-vísitalið 0, eru allar inntøkur býttar púra javnt. Tá Gini-talið veksur, vísir [...] ð, har fægst liva í fátækraváða, og Føroyar eru á øðrum plássi saman við Noregi. Svøríki er norðurlandið við flest borgarum í fátækraváða í 2012. Hyggja vit eftir gongdini seinastu árini, vóru 1.672 fólk [...] 60 prosent av miðalinntøkuni fyri allar borgarar í landinum, tá ið lagt er upp fyri, hvussu húskini eru samansett. Sostatt verður mett um nýtslumøguleikarnar hjá húskinum. Í 2012 var markið í Føroyum fyri
Føroyum í 1965, metir Elin Mortensen, at sera nógv úrslit eru komin burturúr. - Í 1977 vóru bara 16 lond, ið høvdu tikið deyðarevsing av. Í dag eru tað 136 lond. Í tí sambandi meti eg, at Amnesty hevur havt [...] uppá, at øll fólk eru líka nógv verd, sigur Elin Mortensen, samskipari hjá Amnesty í Føroyum. Hon leggur afturat, at yvirlýsingin hevur verið grundtankin aftanfyri flestu átøk, ið eru gjørd til frama fyri [...] Mortensen. Hon leggur afturat, at tey samkyndu er ein av teimum minnilutabólkunum, sum hava verið og eru undir mest trýstið frá samfelagnum. - Tað er munur á samkyndum í Føroyum. Alt eftir, hvar í samfelagnum
ella ein “gularót” fyri rusk-innsavnarnar. Vit skattaborgarar sleppa skjótari av við ruskið. Arbeiðsgevarin fær arbeiðssetningin skjótari greiddan. Og eru øll væl vitandi um, at høvdu ruskinnsavnarnir [...] fingið nakran til at gjørt hetta arbeiðið. B) Landing av skipum: Reiðarar sum hava átt skip, sum eru komin inn at landa á Skálafjørðinum, hava havt tveir valmøguleikar. At landa skipið bíligari fyri tímaløn [...] brennistøðina t.d. hósmorgun, so hava ruskinnsavnarnir frí inntil teir møta aftur næsta mánamorgun. Eru ring veðurlíkindi, sum t.d. kavi, hálka o.a. so verða teir sjálvsagt seinni lidnir, í ringastu førum:
ein Páll afturat. Men í bólkinum eru eisini ein Eyðun, eini tveir við navninum Høgni og ein Ísak Bólkurin varð til fyri einum trimum árum síðani. Kjarnin í bólkinum eru teir tríggir, Páll Georg Hammer, [...] fløgan ikki er komin út enn, men tað verður væntandi ikki leingi, sigur Finnur Jensen. er sloppið at lurta eftir, hvat er komið burturúr upptøkunum á harddisk upptakarunum hjá bólkinum. Løgini eru vend nakrar [...] eitt sindur millum venjingarnar. Men við tíðini er áhugin fyri bólkinum og tónleikinum voksin. Eisini eru teir vorðnir stinnari til at skriva løg og gera teirra heilt egnu tekstir. Stílurin hjá bólkinum er
Reiðarafelagnum. Hann sigur, at nú hava vit fingið eina aðra samgongu og tað, at Norrøna nú verður bjargað, kundi bent á, at politiski hugburðurin er broyttur. Hann sigur, at nú fer tíðin at vísa, um landsstýrið [...] at halda fram. - Vit fingu púra greitt at vita, at tað, sum ikki kann standa, tað má falla. Úrslitið av tí er, at nógv skip liggja í løtuni, eins og onnur eru farin í aðra vinnu, eitt nú oljuvinnuna. - Men [...] Men tað eru eisini eini átta skip, sum eru á veg undir hamaran, sum støðan er nú. Viberg Sørensen sigur, at Reiðarafelagið royndi at føra fram fyri politiska myndugleikanum, at eitt átak fyri at bjarga
Eivind Warberg sigur, at tíðin er avgjørt komin til at gera raðfestingar í heilsuverkinum. - Hvussu skal tað skipast í framtíðini? Hvussu nógv sjúkrahús skulu vit hava, og hvørjar viðgerðir skulu veitast [...] ábyrgd, sigur læknin. - Tey fyrstu ófrættakendu tekini til, at heilsuverkið er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjónlig leingi. Dugnalig heilsustarvsfólk gevast, bæði sjúkrarøktarfrøðingar og læknar [...] serlæknar, sum uttan iva høvdu verið áhugað í at komið til Føroya at arbeitt, men við verandi gongdini eru tað nógv, ið setast aftur. - Hetta kann broytast, men tað mugu m.a politikarar tora at taka ábyrgdina
n er nú komin so mikið langt, at nú er klárt at fara at byggja. Við Norðlýsið í dag sigur Jan Petersen, stjóri í P/F Christiani í Grótinum, sum varðar av felagnum, sum byggir hotellið. – Vit hava arbeitt [...] Áður hevur felagið víst á, stóran týdning ferðavinnan hevur fyri Føroyar, og at Norðoyggjar eru væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur [...] virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum. ##med5## Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðan fyri Biskupstorg
ífrá víst, at vit eru úti úr oddastríðnum. Higartil hava fingið sjey av níggju stigum móti teimum trimum, sum eru oman fyri okkum, og megna vit at halda fast um ta gongdina, samstundis sum vit byrja at vinna [...] einki, at vit taptu, men tað ger hinvegin iðranina um mista møguleikan enn størri. - Men spyrt tú um venjaran, so er hetta als ikki nakað, sum vit hava viðgjørt. Vit hava ein týdningarmiklan dyst nú mikukvøldið [...] ferðir, nú kappingin ikki er hálvrunnin. Tosið um at skifta venjara hevur verið at hoyrt, men tað er ikki eitt tema millum tey, sum hava ábyrgd í meistarafelagnum. - Beint nú iðri eg meg mest um, at vit ikki
sum eigur bygningin í Álakeri. Meinhard Jacobsen sigur, at teir nú eru í holt við at gera virkið klárt og fáa neyðugu løggildingina, nú framleiðslan á virkinum verður ein onnur enn higartil. - Í slíkum [...] tað gongur ein tíð enn, áðrenn maskinurnar aftur fara at mala í Álakeri. - Men vit eru so í holt við at gera virkið klárt nú, leggur hann aftrat. Nýggjar maskinur Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá [...] virkinum í Álakeri. - Vit fara at byggja framleiðsluna á smáttfallandi fisk, sum loysir seg atarbeiða. Hetta er ein roynd, vit gera. Eydnast hon, er tað gott, men eydnast hon ikki, hava vit roynt hetta, sigur
bygningum, sum vera umbygdir. Uml. 20% av lánunum eru í fastognum, sum annaðhvørt eru útleigaðar ella verða ny?ttar av tí, sum eigur fastognina – t.d. har vit hava fíggjað virkisbygningar. Hetta er rættiliga [...] virksemið í Føroyum. Sum nevnt omanfyri eru útlánini hjá Eik Banka væl spjadd, bæði millum vinnugreinar og landafrøðiliga. Vit hava roynt at lagt eggini í fleiri kurvar og eru ikki bert tengdir at einum einstøkum [...] byrjaði í USA sum ein sub-prime kreppa, dregur nú síni myrku spor gjøgnum Danmark eisini. Higartil hevur kreppan serliga rakt fimm danskar bankar; allir eru teir uppkeyptir ella hava fingið gjaldføri, móti