Líkist meiri og meiri eini søkkandi skútu

Støðan í heilsuverkinum átti at sagt øllum so mikið sum tað, at her er okkurt heilt galið, sigur lækni á Landssjúkrahúsinum

- Meðan politikkarar skiftast um at blaka runu, ákæra hvønn annan og fremja síni egnu lokalpolitisku áhugamál siglir føroyska heilsuverkið sín egna sjógv, sum meir og meir líkist eini søkkandi skútu

Tað heldur Eivind Warberg, Lækni á Landssjúkrahúsinum.

 

Hann heldur, at nógv verður tosað, men lítið verður gjørt.  Og tað, sum verður gjørt, verður gjørt í óðum verkum.

 

- Tað er tíverri væntandi, at upp til komandi val, fer føroyska heilsuverkið enn einaferð at verða hálovað við gyltum lyftum um eina bjartari.

- At misnýta heilsuverkið á henda hátt er tað alt ov dýrabært til. Tað er ein sannroynd, at eitt vælvirkandi heilsuverk verður ikki bygt eftir einum degi, men tað kann syndrast upp á stutta tíð. Hetta hava nógv onnur lond í heiminum ásannað, sigur læknin.

 

Eivind Warberg sigur, at tíðin er avgjørt komin til at gera raðfestingar í heilsuverkinum.

- Hvussu skal tað skipast í framtíðini? Hvussu nógv sjúkrahús skulu vit hava, og hvørjar viðgerðir skulu veitast á hvørjum sjúkrahúsi og innan hvørt øki?

Hann sigur, at hetta er spurningar, støða skal takast til.

 

- Alt hetta er ov týdningarmikið til, at politikarar royna at nýta tað til persónligan, politiskan vinning, og alt ov álvarsligt til, at nakar politikari kann skáka sær undan at taka ábyrgd, sigur læknin.

 

- Tey fyrstu ófrættakendu tekini til, at heilsuverkið er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjónlig leingi. Dugnalig heilsustarvsfólk gevast, bæði sjúkrarøktarfrøðingar og læknar fara uttanlands at arbeiða, meðan nøkur framvegis búgva í Føroyum.

 

- Tað átti at sagt øllum so mikið, at her er okkurt heilt galið. Um einki ítøkiligt verður gjørt, fer trupulleikin bert at blíva enn størri, tí tað fara td. at mangla enn fleiri serlæknar um nøkur fá ár.

 

 

- Tað finnast nógvir dugnaligir føroyskir læknar uttanlands, eisini serlæknar, sum uttan iva høvdu verið áhugað í at komið til Føroya at arbeitt, men við verandi gongdini eru tað nógv, ið setast aftur.

- Hetta kann broytast, men tað mugu m.a politikarar tora at taka ábyrgdina av, eisini um tað fer at viðføra illa umtóktar avgerðir.

 

Hann sigur, at rationaliseringar kunnu og skulu fremjast, har tað ber til.

Men hann undrast á, at rationaliseringar tykjast at vera byrjaðar við teimum sum veita kjarnutænastuna í einum og hvørjum heilsuverki, altso hjá heilsustarvsfólki, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, læknum, bioanalytikarum, radiografum, fysioterapeutum, ergoterapeutum, osfr.

- Uttan hesi fólkini einki heilsuverk. Men hvussu nógvar, og hvørjar, rationaliseringar eru gjørdar í fyrisitingini, spyr hann.

 

- Tað er ikki nokk at byggja nýggjar glasiligar sjúkrahúsbygningar, um eingi starvsfólk støðast at arbeiða har. Líkamikið hvussu harmoniskir fysisku karmarnir máttu verið, hvussu nógv list hongur á veggunum og hvussu nógv ljós sleppur inn.

 

- At røkja eitt heilsuverk, kostar nógva pengar og fer ikki at blíva bíligari við tíðini. Tað er bert at hyggja at grannalondunum og øðrum heilsuverkum í heiminum. Tað er beinleiðs naivt at trúgva, at ein fer at fáa meir og betri heilsuverk fyri minni í framtíðini, sama hvussu nógvar og hvørjar rationaliseringar ein ger, sigur Eivind Warberg.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat læknin heldur um føroyska heilsuverkið.