Popczynski eigur fult álit í HB

Tað er eingin ætlan í meistaraliðnum at siga venjaran úr starvi, eftir at liðið aftur hesa ferð heilkiksaði

Fótbóltur

 

HB hevur tað ikki gott. Tað varð enn eina ferð staðfest sunnudagin. Venjarin sigur inni á ítróttarsíðunum, at tað hevur verið púa vónleyst at venja og fyrireika seg til ferðina suður til Sands. Mest sum allir spælararnir hava verið upptiknir av a-landsliðnum og U-21 landsliðnum. Tað hevur darvað venjingarnar.

HB hevur tapt fýra ferðir í ár – tvær ferðir ímóti GÍ og tvær ferðir ímóti B71. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll tapini hava verið ímóti feløgum, sum spæla í gulum troyggjum og bláum buksum. Á B71 heimasíðuni vilja tey vera við, at HB hevur fingið gulsótt!

 

Einki tema

Higartil eru fýra av tíggju venjarum í Formula deildini farnir úr starvi. Venjararnir hjá KÍ, AB og VB/Sumba eru sagdir úr starvi, og B71 venjarin segði seg úr starvi. Enn hevur B71 ikki sett nýggjan venjara. Eli Hentze tekur sær av venjingunum og taktikkinum, og tað tykist ganga sum eftir ánni.

HB plagar at vinna nógv og ofta. Tí er tað ikki at undrast á, at tað ikki bara er farið aftur við borðinum, at HB hevur tapt fýra ferðir, nú kappingin ikki er hálvrunnin.

Tosið um at skifta venjara hevur verið at hoyrt, men tað er ikki eitt tema millum tey, sum hava ábyrgd í meistarafelagnum.

- Beint nú iðri eg meg mest um, at vit ikki fingu minkað munin til oddin niður í tvey stig. Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg, so kostaði tað í grundini einki, at vit taptu, men tað ger hinvegin iðranina um mista møguleikan enn størri.

- Men spyrt tú um venjaran, so er hetta als ikki nakað, sum vit hava viðgjørt. Vit hava ein týdningarmiklan dyst nú mikukvøldið, tá vit spæla hálvfinalu í steypakappingini. Og vit vilja altso heldur nýta orkuna til hetta, heldur enn at tosa um uppsagnir og venjaraspurningin.

- Mann fyri mann hava vit eisini ein framúr góðan spælarahóp, men enn hava avrikini tíverri ikki verið nóg støðug. Við fimm stigum upp til oddasessin er tó langt ífrá víst, at vit eru úti úr oddastríðnum. Higartil hava fingið sjey av níggju stigum móti teimum trimum, sum eru oman fyri okkum, og megna vit at halda fast um ta gongdina, samstundis sum vit byrja at vinna hinar dystirnar, so sær nú ikki heilt galið út, sigur Steinfinnur Mittelstein.