Fittir og fúlir

Tónleikabólkurin PállFinnurPáll er ein blandingur av melidoøsum løttum tónum og tekstum, ið kanska ikki beinleiðis hita hjarta á nakrari vermóðir. Ein fløga liggur klár at geva út

Í seinasta undanumfarinum av Prix Føroyuml luttók bólkurin PállFinnurPáll. Bólkurin er mannaður av Páll, Finnur og ein Páll afturat. Men í bólkinum eru eisini ein Eyðun, eini tveir við navninum Høgni og ein Ísak
Bólkurin varð til fyri einum trimum árum síðani. Kjarnin í bólkinum eru teir tríggir, Páll Georg Hammer, Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen.
Finnur Jensen sigur, at teir løgdu um til PállFinnurPáll fyri einum trimum árum síðani eftir samstarv í øðrum bólkum. Í fyrstuni var ikki talan um tær nógvu framførslurnar, og tað var eitt sindur millum venjingarnar. Men við tíðini er áhugin fyri bólkinum og tónleikinum voksin. Eisini eru teir vorðnir stinnari til at skriva løg og gera teirra heilt egnu tekstir.
Stílurin hjá bólkinum er eisini sermerktur. Heilt frá fittum og sjarmerandi kærleikssangum til heimagjørt speki - umframt eitt sindur á tí meira illavorðnu síðuna.
Umframt tær tríggjar, ið leggja navn til, við sang, gittara og ljómborði, nýtir bólkurin eisini klassisk ljóðføri sum violin og sello umframt elgittar og bass.

Fløga
Á Prix Føroyum náddu PállFinnurPáll og hinir ikki upp á magisku plássini í oddinum, og harvið verður ikki meira at síggja til teir í Prix Føroyar høpi - í øllum førum ikki enn.
Finnur Jensen sigur, at bólkurin ætlar sær at dríva á víðari, og ein fløga skuldi eftir røttum longu verið klár.
-Ymsar seinkingar hava gjørt, at fløgan ikki er komin út enn, men tað verður væntandi ikki leingi, sigur Finnur Jensen.
er sloppið at lurta eftir, hvat er komið burturúr upptøkunum á harddisk upptakarunum hjá bólkinum.
Løgini eru vend nakrar ferðir við kønari hjálp frá Jón McBirnie. Fløgan telir higartil ellivu løg, og enn er fløgan ikki heilt liðug, og mastringin skal eisini avgreiðast, áðrenn áhugaði kunnu pilka fløguna niður av hillunum í fløgubúðunum.
Sum roknast kann vera við, er fløgan ein blandingur av nógvum ymsum. PállFinnurPáll heinta tað mesta av íblástrinum í Onglandi - frá nýggjari bólkum sum Coldplay og øðrum. Men stílurin eins og teksturin er føroyskur. Løgini eru stundum framúr meldiøs, og tekstirnir líka skiftandi sum vetrar- og summarveður.
PállFinnurPáll flyta seg heilt frá vísuni um tann ólukkuliga sjónleikari við meira enn ferili av ástarsjúku til sangin um blottararnar, sum vitja bæði í svimjuhilunum. Mest forkunnugt eru skemtiligu illavorðnu sangirnir um homofilin, sum dámar at stinga hann í, og drongin, sum alt lívið hevur verið misnýttur.
Tekstirnir, sum kunnu vekja ein og hvønn úr dvala, men sum samstundis lata eitt smíl standa eftir á varranum.
Vit fara at hyggja nærri at fløguni, tá hon kemur á marknaðin.