Heri Simonsen
A) Ruskinnsavnanin:
Ruskinnsavnarnir hava eina mánadags til fríggjadags akkord. Tað merkir, at hava teir savnað alt ruskið saman til brennistøðina t.d. hósmorgun, so hava ruskinnsavnarnir frí inntil teir møta aftur næsta mánamorgun. Eru ring veðurlíkindi, sum t.d. kavi, hálka o.a. so verða teir sjálvsagt seinni lidnir, í ringastu førum: fríggjakvøld ella leygarmorgun. Men flestu vikurnar er rusk-innsavnanin ein motivasjónsfaktor ella ein “gularót” fyri rusk-innsavnarnar. Vit skattaborgarar sleppa skjótari av við ruskið. Arbeiðsgevarin fær arbeiðssetningin skjótari greiddan. Og eru øll væl vitandi um, at høvdu ruskinnsavnarnir ikki hesa einu gularótina: akkordina - hevði verið ómøguligt at fingið nóg mikið av fólki til ruskinnsavningina, um man í heila tikið hevði fingið nakran til at gjørt hetta arbeiðið.
B) Landing av skipum:
Reiðarar sum hava átt skip, sum eru komin inn at landa á Skálafjørðinum, hava havt tveir valmøguleikar. At landa skipið bíligari fyri tímaløn á Toftum, ella at landa skipini dýrari, men skjótari(!) við einari akkordskipan í Runavík. Nógvir reiðarar hava so valt akkord-landingina í Runavík, tí so eru teir slopnir skjótari út aftur við skipunum. Arbeiðsmenninir á Toftum og í Runavík hava landað skipini samvitskufult, men undir heilt hvør sínum treytum. Og orsøkin til munin hevur verið, at Runavík hevur havt ein motivasjónsfaktor/gularót, sum Toftir ikki hevur havt!
C) Vaskiarbeiðið á ídnaðarvirkjum:
Nógv fiska- og ídnaðarvirki hava bara ein skáa uppá 8 tímar um samdøgurið til vaskiarbeiðið. Hetta tí nógv virki eru í gongd 16 tímar um samdøgurið. Tí hava fleiri virkisleiðslur valt at bjóða vaskiarbeiði út sum akkordarbeiðið. Hetta fyri at fáa tað gjørt skjótast gjørligt. Og fólkini, sum møta og gera hesi vaskiarbeiðið, møta við góðum treysti til hesar skeivu arbeiðstímarnir, og fáa arbeiðið væl frá hondum greitt. Uttan akkordarbeiði hevði verið soltið við fólki til júst hesi arbeiði!
Niðurstøða:
Niðurstøðan av hesum má verða, at akkordarbeiðið er eitt gott samanspæl millum gløggar og visjonerar leiðslur og toppmotiveraði arbeiðsfólk. Tað er upp til hvønn einstakan arbeiðsgevara, um hesin vil hava arbeiðsfólk, sum eru motiveraði ella ómotiveraði! Ymist er sum valt verður á hesum øki!
Við akkordkvøðu










