Um ársskiftið yvirtók Føroya Fiskavirking leigusáttmálan, sum Ísbjørnin hjá Bjarta Mohr, hevði við Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eigur bygningin í Álakeri.
Meinhard Jacobsen sigur, at teir nú eru í holt við at gera virkið klárt og fáa neyðugu løggildingina, nú framleiðslan á virkinum verður ein onnur enn higartil.
- Í slíkum førum skal virkið løggildast av nýggjum, og umsókn er send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í hesum sambandi. Men enn er einki svar komið haðani, sigur hann.
Meinhard vísir á, at nógv skal eftirhyggjast á virkinum og nýggjar maskinur skulu setast upp. Tí væntar hann, at tað gongur ein tíð enn, áðrenn maskinurnar aftur fara at mala í Álakeri.
- Men vit eru so í holt við at gera virkið klárt nú, leggur hann aftrat.
Nýggjar maskinur
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at Føroya Fiskavirking ætlar at bróta upp úr nýggjum við virkinum í Álakeri.
- Vit fara at byggja framleiðsluna á smáttfallandi fisk, sum loysir seg atarbeiða. Hetta er ein roynd, vit gera. Eydnast hon, er tað gott, men eydnast hon ikki, hava vit roynt hetta, sigur Meinhard.
Spurdur, hví teir júst fara at leggja seg eftir tí smáa fiskinum, vísir stjórin á, athesin fiskurin er ein "trupulleiki" hjá skipunum.
- Vit hava fingið fleiri "signalir" um, at ov lítið verður gjørt fyri at fáa nóg mikið burtur úr tí smáa fiskinum, sum undir vanligum umstøðum er dýrur at arbeiða.
Føroya Fiskavirking fer at gera íløgur í nýggjar maskinur, sum eru bygdar til framleiðslu av smáum fiski, og á henda hátt væntar felagið at fáa sum mest burtur úr hesum fiskinum.
- Enn er alt ikki fastlagt í smálutir, men vit fara at skera flak og gera ymiskar vørur, sum vit higartil ikki eru kendir við. So, hetta er ein spennandi og nýggj roynd, sum vit vóna fer at eydnast.
Fiskurin smáur
Stjórin í Føroya Fiskavirking heldur, at hetta er rætta løtan at gera hesa royndina, tí nógvur smáur fiskur er at fáa, bæði hýsa, upsi og toskur.
Í vetur hava vit hoyrt um smáu hýsuna og upsan, og tað er eingin loyna, at nógv hýsa er farin av landinum, tí føroysku virkini hava ikki verið kappingarfør við bretska marknaðin.
- Nú vilja vit so skapa møguleikar fyri, at tað eisini skal loysa seg at seljatann smáa fiskin í Føroyum, sigur Meinhard Jacobsen at enda.