Venjingar hava gingið væl, men Argjabáturin hevur verið plágaður av skaðum og sjúkum. Tí hevur verið neyðugt við eykamonnum hvørjaferð Argjabáturin hevur kappast í ódnartøkum í vár. Í Argja Róðrarfelag [...] manningunum eru nýggjar. Onkur hevur ongantíð sitið í báti áður. Róar Johansen heldur tað vera gleðiligt at nýggj fólk bjóða seg fram, tí hesi klára seg væl. Argja Róðrafelag hevur eisini eitt gott samstarv [...] Argja Róðrarfelag hevur sjey manningar í FM róðrinum í ár. Kvinnurnar umborð á 5-mannafarinum, rógva við Bliki. Dreingir 14-16 ár rógva eisini við Bliki. Gentur 14-16 ár rógva umborð á Æðuni. Hetta er
álopið hevur oyðilagt ein fyrisitingarligan bygning. Neyðhjálpin hevur megnað at drigið tvey lík úr húsaleivdunum. Sløkkiliði hava eisini sløkt eldar í fýra ymiskum bygningum. Kostyantynivka hevur verið [...] hvussu stórir materiellir skaðarnir eru í býnum. Sambært Reuters hevur ukrainska loftverjan roynt at svara álopinum aftur. Tíðindastovan dpa hevur áður skrivað, at ukrainska loftverjan ávaraði um bæði ballistiskar [...] um stór álop á Ukraina. Hetta hendir samstundis sum russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur fund við amerikanska starvsbróðurin, Marco Rubio, í Malaysia. Álopini hava kostað trimum fólkum lívið
Róland hevur treiskast og svomið í mótvindi øll árini, tí samstundis sum hann hevur verið ein av okkara fremstu svimjarum, hevur hann stríðst við astmu og herviliga giktsjúku. Seinastu tvey árini hevur Róland [...] odda. Føroyski flaggberin er Róland Toftum. Róland Toftum er 27 ára gamal og hevur svomið, síðani hann var barn. Hann hevur kappast á fleiri oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum umboðandi Føroyar. Róland [...] flaggberan til setanina skrivar ÍSF: - Tá Oyggjaleikirnir verða settir, er siðvenja at hvør oyggj hevur sítt egna vatn við heimanífrá. Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari
tíðindafólk. Donald Trump endurtók, at hann hevur ongan áhuga í, at kríggið millum Russland og Ukraina verður hert og spreiðir seg. Amerikanski forsetin hevur áður víst aftur at lata Ukraina tomahawk-rakettir [...] hann tosaði við tíðindafólk í Hvítu Húsunum í gjár. Tomahawk-rakettir eru amerikanskar, og Ukraina hevur ynskt at fáa hesar, so landið kann røkka málum langt inni í Russlandi. Men, nú vil so amerikanski [...] hvat Ukraina ætlar at brúka hesar rakettir til, áðrenn hann góðkennir, at Ukraina fær hesar. Tað hevur verið upp á tal, at evropeisk lond skulu verða millumlið millum USA og Ukraina í samband við hesa
Seinastu tíðina hevur Shigeru Ishiba havt úr at gera við at royna at fáa handilsavtalu við USA í lag sum avleiðing av hækkaðu tollinum, sum Donald Trump, forseti, hevur lagt á. Sambært Reuters hevur nýggi tollurin [...] stjórnini, hevur Shigeru Ishiba, forsætisráðharri, avgjørt at leggja frá sær. Tað segði hann á tíðindafundi í morgun okkara tíð, sambært tíðindastovunum Reuters og AP. Her segði hann eisini, at hann hevur biðið [...] tollurin serliga merkt í bilídnaðinum í Japan og hevur sum heild givið orsøk til stúran fyri japanska búskapinum, sum longu hevur verið avbjóðaður av lágum vøkstri. Av tí at Liberaldemokratarnir ikki hava
Tjóðveldi, sum hevur setti Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52a fyrispurning um málið. Spurningarnir frá henni eru soljóðandi: 1. Hvussu stór hevur útskiftingin [...] hava búð á stovni, flutt addressu/r seinastu 5 árini? 4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum samfelagið hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast [...] og trivnaðin hjá hesum børnum, at tey ofta skulu fyrihalda seg til nýggj starvsfólk. Harafturat hevur Løgtingsins umboðsmaður í 2023 víst á, at eftirlitið á barnaverndarøkinum als ikki er nøktandi, sigur
1. deild. Sambært FaroeSoccer hevur hann tilsaman skorað trý mál. Í 2023 skoraði hann tvey mál. 21 ára gamli Bjarti Thorleifsson hevur bara umboðað Skála, har hann hevur spælt 28 dystir í bestu deildini [...] og harvið hóttanini av niðurflyting, so hevur Skála kós ímóti bestu deildini, sum skálamenn í fjør fluttu niður úr. Skála vann í dag 4-1 í Gundadali. Skála hevur 53 stig, og tað eru 12 stig aftur til triðja [...] undan steðginum javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var Dávid Høgnason Viderø. 16 ára gamli álopsspælarin hevur nú skorað sjey mál og er toppskjútti hjá B36 í næstbestu deildini. Vanliga tíðin í fyrra hálvleiki
politisku rørsluna Maga hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. Musk hevur varðveitt sambandið við Vance seinastu vikurnar, og hann hevur sagt við sínar starvsfelagar, at heldur hann fast við sína ambitión [...] Tað siga keldur, sum kenna til ætlanirnar hjá Musk við The Wall Street Journal. Sambært keldunum hevur Musk sagt við fólk, sum eru honum nær, at hann fer at fokusera upp á fyritøkur sínar, og at hann er [...] ka flokkin og Demokratiska flokkin. Musk, sum eisini er leiðari fyri elbilaframleiðaranum Tesla, hevur sambært keldunum lagt dent á at varðveita samband við amerikanska varaforsetan J.D. Vance verður víða
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í fleiri ár arbeitt fyri, og strongt á donsku stjórnina, at batar skulu gerast innan økið. Hetta er nakað, ið Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur arbeitt fyri í nógv ár. [...] hjá donsku dómstólunum. "Eftir mínum tykki hevur rættarøkið verið afturúrsiglt í ov langa tíð. Tað er tískil gleðiligt, at samstarvið hjá mær og stjórnini hevur givið úrslit - eg freistist at siga borið [...] Rættarøkið í Føroyum fær ta neyðugu raðfestingina, sum í fleiri ár hevur verið eftirspurd. Hetta eru góð tíðindi, ið fara at føra við sær einar tryggari Føroyar, umframt betri arbeiðsumstøður hjá øllum
fyri tungídnað í Ukraina eftir Donbas-økið. Hóast Russland hevur gjørt sein framstig við at hertaka øki og hevur havt stór tap av hermonnum, so hevur herurin seinastu tíðina gjørt framstig í Donetsk, skrivar [...] Zelensky hevur víst á, at hann er til reiðar at hitta Putin, men russiski forsetin er meira trekur. - Tí honum (Putin, red.) dámar ikki hann (Zelenskij), segði Trump. Danska stjórnin hevur víst á iva [...] Dnipropetrovsk-økinum, sigur hann, men leggur dent á, at russiska framgongdin er tálmað. Russland hevur gjøgnum summarið pástaðið, at tað er komið inn í økið, og at russiski herurin roynir at trýsta djúpari