Avi Lipkin er útbúgvin sovjetologur á Hebrew University og Master í jødiskari gudfrøði frá Jewish Teological Seminary. Eisini hevur hann verið ritstjóri í stjórnarumsitingini hjá Yitzhak Shamir.
Hann er serfrøðingur í Miðeysturviðurskiftum og greiðir frá tí, ið hann væntar fer at henda í Evropa og Norðurlondum.
Tað sigst, at Avi Lipkin ávaraði USA, at álop fóru at verða framd móti World Trade Centre. Hesum hevði Rachel, kona hansara, fingið frænir av í arabiskum fjølmiðli.
- Men hvørki USA ella onnur lond lurtaðu eftir ávaring hansara. Rachel er jødi fødd og uppvaksin í Egyptalandi. Arabiskt er móðurmál hennara. Kona hansara, Rachel hevur eftirlits arbeiði í ísraelsku fregnartænastuni og hevur tí møguleika at fylgja við tí, í t.d. arabiskir yvirgangsmenn tosa um á teim ymsu miðlunum og chatt rásunum, skrivar vinafelagið Føroyar - Ísrael, sum hevur bjóðað Avi Lipkin hendan vegin, í innbjóðing síni til fyrlestrarnar.
Eftir álopið á World Trade Center gjørdist Avi Lipkin kendur og hevur talað í fleiri enn 1000 kirkjum, samkomum og sýnagogum kring allan heim. Hann hevur eisini fleiri fyrilestrar liggjandi á YouTube.
Hann ávarar nú europearar og norðurlendingar um demografiskar broytingar, vegna øll flóttafólkini ið streyma vestureftir úr Sýria, Irak og Afrika inn í Evropa og norðurlond.
Um Ísrael sigur hann, at ísraelsku landamørkini fara at víðkast, og at túsundtals, kanska milliónir jødar fara at flyta úr USA til Ísraels í komandi tíðum.
Avi Lipkin hevur stovnað nýggjan politiskan flokk í Ísrael. 1. november byrjar hann valstríðsítt til næsta valið í ísraelska tjóðartingið Knesset. Flokkur hansara kallast á hebraiskum “Gush Hatanakhi” og stuðlar teimum kristnu og jødisku virðunum.
Avi Lipkin verður at hoyra á hesum støðum og øll eru vælkomin til hesar kunnandi fyrilestrarnar.
Sunnudagin 6. sept. kl. 18:00 í Filadelfia í Gøtu
Mánadagin 7. sept. kl. 19:30 í Læraraskúlanum í Havn
Týsdagin 8. sept kl. 19:30 í Bónusbygninginum í Miðvági
Mikudagin 9. sept kl. 20:00 í Ebenezer í Havn