Bjóða nú foreldrum ókeypis barnaansing

Ein Familja í Kvívík, ella sum flytir til Kvívíkar, kann skjótt spara 50.000 - 60.000 krónur um árið

Nú verður tað ókeypis at hava børn í ansing í Kvívík.

 

Kvívíkar kommuna fer nú av álvara upp í kappingina um at lokka barnafamiljur at seta búgv hjá teimum

 

Í hesum døgum eru tað nógvar kommunur, ið boða frá lækking av skattaprosentinum næsta ár, men í Kvívík ganga tey heilt aðrar leiðir.

 

- Ístaðin fyri at lækka skattin, hevur bygdaráðið gjørt av, sum tann fyrsta kommunan í landinum, at bjóða ókeypis barnaansing og frítíðarpláss til allar barnafamiljur, sigur bygdaráðið

 

Hetta fevnir um tey børn, sum verða ansað á stovninum í Kvívík. 



 

Fólkatalið í Kvívíkar kommunu hevur at kalla staðið í stað í nógv ár og bygdaráðið roynir tí at fáa barnafamiljur at venda eyguni móti Kvívík og hinum fýra bygdunum í kommununi, Válinum, Stykkinum, Leynum og Skælingi.



 

- Kommunan hevur sera góðar umstøður at taka ímóti barnafamiljum og hevur fyri fáum árum síðani bygt nýggjan dagstovn, eins og skúlin varð umvældur og útbygdur fyri umleið 10 árum síðani. 



 

- Eini 60 børn ganga á dagstovninum, har tað annars er pláss fyri næstan 100 børnum. Sama er við skúlanum, har tað ganga eini 50 børn, men skúlin hevur pláss fyri nógv fleiri. 



 

- Barnansingin kostar í løtuni 1.900 krónur fyri fyrsta barnið, men systkinafrádrátturin er 25 prosent. Fyri frítíðarskúlan verður rindað 1.100 krónur fyri hvørt barnið.

 

Taka vit Ímynda vit eina familju við trimum børnum, har tvey ganga á dagstovni og eitt í frítíðarskúla, fer hendan familjan at spara 4.150 krónur um mánaðin, ið svarar til slakar 50.000 skattafríar krónur um árið. Hevur familjan fýra børn upp til átta-níggju ára aldur, har eitt gongur í frítíðarskúla og hini í dagstovni, er sparingin umleið 66.000 krónur um árið.



 

- Kostnaðurin av at veita ókeypis ansing í kommununi svarar til at lækka skattaprosentið eitt prosent. Skatturin er í løtuni 21 prosent, og barnafrádrátturin 4.000 krónur um árið, sigur bygdarráðið.

 

Kvívíkar kommuna hevur nógv tøk grundstykki, so tað er laga manni hjá ungum familjum at ogna sær egin hús í kommununi, sigur bygdaráðið.