Seinastu árini hevur bara eitt skip verið til taks til leiting og bjarging á sjónum undir Føroyoyum, helvtina av tíðini.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í tilúgvingarmálum.
Bjørn Kalsø, tingmaður hevur biðið hann greiða frá støðuni viðvíkjandi tilbúgving á sjónum, og landsstýrismaðurin svarar, at seinastu árini hevur játtan bert verið til at manna Tjaldrið helvtina av árinum.
- Tá er bert eitt føroyskt skip til taks, og tað er tað eisini í løtuni. Men Brimil hevur verið á beding og verður tøkur til bjarging í morgin, fríggjadagin.
Somuleiðis hevur danska sjóverjuskipið, Triton, verið til venjingar í Noregi, men skuldi verið aftur í Føroyum mitt í hesi vikuni. Tá eru trý skip tøk til leiting og bjarging undir Føroyum í 14 dagar. Eftir hetta eru tvey skip tøk, sigur Høgni Hoydal.
Donsku skipini eru meginpartin av árinum tøk undir Føroyum, men eru nakrar ferðir burturstødd til venjingar, eins og nú.
Høgni Hoydal staðfestir eisini, at somuleiðis er tilbúgvingin versnað, nú sjálvbodnu bjargingarfólkini hava lagt arbeiðið niður, av tí at ivamál er um tryggingarviðurskiftini hjá teimum fyri.
Men hann sigur, at arbeitt verður fyri at finna eina loysn á tryggingarviðurskiftunum hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum.
Annars er tyrlan hjá Atlantsflog tøk til leiting og bjarging á sjónum. Arbeitt verður við at útvega tvær nýggjar tyrlur og tann fyrra av teimum kemur til Føroya nú um mánaðarskifti.
- Tyrlan er er týdningarmikil partur av tilbúgvingini á sjónum, men veðurlíkindi kunnu verða ein forðing í ávísum førum, har bjargingarbátarnir kundu verið til hjálpar, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at annars er millumbylgjusendarin hjá Tórshavn Radio at kalla gingin fyri, men ein umbøn um at játtar pening til at keypa nýggjar sendarar, og útgerð er til viðgerðar í Løgtinginum.
Eisini hevur landsstýrismaðurin biðið um eina játtan til at skifta bjargingarbátarnar á Brimli og Tjaldrinum út.
- Vørn hevur tvey skip við trimum manningum, men fekk Tjaldið eina manning afturat, hevði tað bøtt um tilbúgvingina, hóast Tjaldrið er 39 ár, og sostatt gamalt, tó at tað er væl hildið, sigur landsstýrismaðurin.