Á samfelagsstevnuni hjá brøðrasamkomunum, sum er í Babmintonhøllini í Klaksvík nú um hvítusunnuna, varð “Nýggja Sangbók”, sum hon verður kallað, løgd fram í dag. Í bókini eru 1504 sálmar, sangir og kór.
Jógvan á Lakjuni, sum hevur verið við til at skipa bókina, greiddi frá hesum drúgva arbeiði, sum hevur tikið 11 ár. Tó áhugaverd og lærurík ár. Eisini var hugaligt nú til endans, tí nú vóru fólk farin at ótolnast eftir bókini. Hin fyrra Songbók Guds Fólks, varð givin út í 1976, og varð nakað slitin nú, hildu summi.
Í ritstjórnini ella sálmabókagrunninum, sum hevur lagt sangbókina til rættis, hava sitið: Meta á Fløtum, Alexander Samuelsen, Niels Johannesen, John í Skemmuni, Árni Jacobsen, Jóannes Hansen og Jógvan á Lakjuni.
Úr gomlu sangbókini eru lúkaðir 250 sangir og 500 nýggir eru lagstir til - sum sagt, heilir 1504 sangir í hesi bókini, Nýggja Sangbók - við undirheitinum Guds Fólks. Hon er sett upp í verssniði í tveimum røðu, har hvør síðan hevur byrjanina á einum sangi – støddin er 18 x 13 cm.
Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen hava gjørt stórt forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur alla tíðina verið hollur í ráðum. Anna Simonsen hevur tikið sær av tí grafiska arbeiðinum. Bókin er prentað í einum upplagi á 10.000.
Nýggir sangir og løg eru av m.ø. Zacharias Zachariassen, Øssur Berghamar, Jógvan á Lakjuni, Torkil Mørkøre, MC Restorff o.fl.
Tað mundu vera væl meir enn 1.000 fólk í Badmintonhøllini í dag, har tað varð sungið hópin av bæði gomlum og nýggjum, tá ið bókin varð løgd fram – bæði sum kór- og felagssangur. Eisini sang Torkil Mørkøre ein sang, hann hevði gjørt lag til hjá Levi Joensen. Teir báðir plaga at vera ein heppin samanrenning.
Tó at alt sær snotiligt út, og nýtt er lagt afturat, so er tað kanska eitt sindur kensluborið at siga hini bókini farvæl – hon, sum hevur tænt okkum væl og leingi, helt ein fegin maður fyri, sum hevði hesa nýggju bókina á hondum.










