Bjarga ungum undan vanda fyri at fáa krabbamein

Karsten Hansen hevur roynt fleiri ferðir, men nú væntar hann at tað eydnast

Nú verður tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna teimum, sum hava solarinum at lata ung undir 18 ár at brúka tey.

Hetta verður ikki bara galdandi fyri privatfólk, sum hava solarium, men eisini fyri svimjihallir og aðrar kommunalir og almennar stovnar.

Karsten Hansen hevur havt málið á landsstýrisfundi og nú skulu so allir flokkarnir í samgonguni siga sína hugsan.

 

Karsten Hansen hevur fleiri ferðir áður roynt at fáa undirtøku í samgonguni fyri hesum, men higartil hevur uppskotið verið blokerað og tí hevur hann ikki fingið lagt tað fyri løgtingið.

Men hann hevur góðar vónir um at fáa tað samtykt hesa ferð, tí hann heldur, at flokkarnir hava broytt áskoðan.

 

Eitt, stríðsmál sum hevur verið er, hvør skal hava eftirlit við, at tey sum brúka solarium, eru minst 18 ára gomul og um tað verður eitt krav, at eitt solarium skal vera mannað.

Karsten Hansen sigur, at nú er uppskotið lagað til, so at tað verður hvør solarium seljari sær, sum fær ábyrgdina av at halda lógina, so ger hann sjálvur av, hvussu hann fer fram.

Men brot á lógina verður sektað við bót.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er eitt av tilmælinum í Krabbameinsætlanini, at seta ungum undir 18 ár, forboð fyri at fara í solarium.

 

Endamálið er at minka um tilburðirnar av krabbameini og sostatt eisini um talið á teimum, sum doyggja av krabbameini.

 

Karsten Hansen staðfestir somuleiðis, at bæði heimsheilsustovnurin, WHO og Altjóða granskingardepilin fyri krabbamein, IARC, hava staðfest, at solariumnýtsla kann verða krabbameinselvandi.

 

í hesum sambandi hevur IARC bólkað strálurinar í einum solarinum í hægsta vandabólk yvir evni, sum elva til krabbamein. Hetta er í sama vandabólki sum  asbest, arsenikk og tubbak.

Karsten Hansen sigur, at IARC mælir til at banna ungum yngri enn 18 ár at taka solariumsól og tað gera Nordisk Cancer Union, NCU, eisini.

 

Í Føroyum mæla Landslæknin, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Krabbameinsætlanin fyri Føroyar til, at solariumsól verður bannað fyri ung yngri enn 18 ár.