Tíðin er farin frá egningarmiðstøð

- Tíðin hevur víst, at egningarmiðstøðin kom eini 30-40 ár ov seint, og í dag verða skúrarnir ikki brúktir til egning, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

Um ætlanin hjá Bústøðum at byggja 18 íbúðir niðri við sjóvarmálan í Fuglafirði, har P/F Petur Larsen og egningarmiðstøðin eru, skuldi gerast veruleiki, skuldi núverandi bygningur hjá P/F Peturi Larsen og seinni eisini - í øðrum byggistigi - egningarmiðstøðin takast niður.

 

In.fo hevur spurt borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horni, hví hann heldur tað vera rætt at taka snotuligu egningarmiðstøðina niður til frama fyri ætlaðu byggingina av leiguíbúðum.

 

- Næsta byggistig í ætlaðu verkætlanini hjá Bústøðum, sum fevnir um økið, har egningarmiðstøðin er, hevði ligið nakað longur frammi í tíðini. Men, soleiðis, sum gongdin við útróðrarvinnuni hevur verið í fleiri ár, haldi eg, at tað hevði verið rættari at havt leigubústaðir her heldur enn eina óvirknað egningarmiðstøð.

 

Sonni á Horni sigur, at í fleiri ár hevur lítil og eingin útróður verið av Fuglafirði, og tí hevur at kalla eingin tørvur verið á egningarmiðstøðini.

 

- Tíðin hevur víst, at egningarmiðstøðin kom eini 30-40 ár ov seint, og í dag verða skúrarnir ikki brúktir til egning.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at kantinan í egningarmiðstøðini kortini er komin væl við hjá monnum, sum hava brúkt hana sum undirhús.

 

- Í so máta liggur kantinan í miðstøðini væl fyri niðri við sjóvarmálan, og eg haldi, at menn eru fegnir um henda møguleika. Hinvegin hevði tað ikki verið ein stórur trupulleiki at loyst málið við einum øðrum undirhúsi.

 

Men, er yvirhøvur tørvur á at byggja leiguíbúðir í Fuglafirði?

 

- Soleiðis, sum gongdin hevur verið í seinastuni, hevur verið ógvuliga trupult hjá fólki at finna hús til keyps ella til leigu. So, eg ivist onga løtu í, at her hevði ein ávísur tørvur víst seg, nú so nógv virksemi er í Fuglafirði.

 

Sonni á Horni heldur ikki, at Fuglafjarðar kommuna sjálv eigur at byggja leiguíbúðir.

 

- Tí haldi eg eisini, at tað var so fantastiskt, at Bústaðir vildu koma her norður at byggja leiguíbúðir, men, soleiðis, sum landið liggur nú, verður ætlaða verkætlanin niðri við sjóvarmálan tíverri av ongum, og tað harmar meg almikið, leggur hann aftrat.