seg trygg. Endamálið er sjálvandi ikki at skapa arbeiðspláss. Tað er eitt sjúkrahús ov týdningarmikið til. Tað kann væl vera, at tað er skilagott at hava ávisar sjúkrahústænastu kring landið [...] vísir veikt spinn og veika leiðslu, sum heldur fer út solo – sum ein annar »miðstaðarandstøðingur« og ofrar egnan landsstýrismann, sum so sjálvur nakrar minuttir seinni sendir út
grundarlagið fyri tí næsta. Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at føroyingar sleppa út í heim, men enn størri búskaparligan týdning hevði tað fingið, um vit fingu økt áhugan fyri Føroyum sum [...] í 1988 hava 2.433.686 fólk flogið við Atlantsflog. Hetta vísir eisini, hvussu sera stóran týdning gott og trygt og reguligt flogsamband hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Hetta var eitt stórt
Men aðrar stættir í samfelagnum eru eisini, sum kunnu skriva rokningar, sum teimum lystir. Herfyri vístu vit her á síðuni á, hvussu advokatur í skattamálinum millum gøtumenn og Taks smurdi sær knívin [...] Rætturin hevur talað, og Taks tapti málið, sum snúði seg um, at Taks metti tað sum kamuflerað vinningsbýti, tá partaeigarar í P/F Vinnuni í Gøtu seldu egin partabrøv við stórum vinningi. Taks ásetti [...] milliónir krónur. Vit kunnu siga, at Taks átti at kent sínar egnu reglur, so ein slík stevning átti at verið óneyðug. Politikararnir – og ráðgevarar teirra – hava valt at gera skatta
Seinastu inntøkumetingarnar hjá landsstýrinum vísa, at vøksturin í »vanligu inntøkum landskassans« verða beint oman fyri 100 milliónir krónur. Hetta er altso metingin hjá Fíggjarm [...] Sambandsflokkin. Tí ræður um at finna onkra eftirrationalisering, sum skal kunna tulkast soleiðis, at mótrokningin bara skuldi verða av »dagsvirðinum«, sum ikki er til, og tí verður [...] trekkjast frá teimum 8,4, so verður ikki eitt oyra eftir. Vit hava sett Jørgeni Niclasen hendan spurningin fleiri ferðir. Men hann rennur undan og vil ikki svara. Tað gjørdi hann heldur ikki í løg
Nógvar rationaliseringar eru gjørdar í Kringvarpinum, og við nýggja innkrevjingarháttinum, har eingin sleppur undan at rinda kringvarpsgjald, hevur stovnurin eisini fingið [...] Hann varð ikki spurdur um órættvísu kappingina hjá Kringvarpinum við privatu miðlarnar um lýsingarnar. Tað lysti okkum at vita, hvat hann heldur um tað. Men tað skilabesta, sum nýggi stjórin
árum síðani til tess at fíggja byggingini av nýggja ellisheiminum, Boðanesheiminum. Vit kunnu halda tað vit vilja um ein slíkan hátt at fíggja almenna bygging, men við tí ovurhonds tørvi sum er á
oktober, men nógv væntar í at fáa skila á bæði vinnuliga og samfelagsliga. Og hóast politiska stýring mangan tykist so sum so, so fáa vit tað stýri, vit hava valt...
er býtt upp í. Har eru sjey borgarstjóralønir og sjey kommunufyrisitingar í eini oyggj, sum ikki er størri enn ein býlingur í Havn. Í Suðuroy búgva pr. 1. januar í ár 4.680 fólk. Hetta er eitt sindur [...] borgarstjóralønum, og tað hevur kostað suðuroyarborgarum um 63 milliónir krónur í umsitingarútreiðslum at rikið oynna sum sjey kommunur. Her eru heilt víst nógvar milliónir at spara. [...] Og tað er heilt víst, at við einari kommunu, einum borgarstjóra og einari kommunalari umsiting, so vóru nógvar aðrar útreiðslur spardar. Nú hava vit tikið Suðuroy sum dømi. Men vit kundu eins væl
at hann skjýtur upp at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl úr 16 niður í 15 ár. Hendan broyting er partur av fleiri ferðslulógarbroytingum, sum eru bornar niðan í tingið. Ferðslutrygd mælir [...] deyðum og skaddum í ferðsluni, sigur Ferðslutrygd í sínum frámæli. Í Danmark gjørdu tey hesa broyting í 1971, og tá fleirfaldaðust skaðar og vanlukkur. Tey broyttu aftur markið til 16 ár, sum tað er
hátíð, men tó alt við máta. Spurningurin er, hvat tað er, vit hátíðarhalda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald. Matteus gamli leggur ikki fingrarnar