Mikið tos hevur verið um hetta eina skattaprosentið, sum høvuðsstaðarkommunan ásetti fyri nøkrum árum síðani til tess at fíggja byggingini av nýggja ellisheiminum, Boðanesheiminum.
Vit kunnu halda tað vit vilja um ein slíkan hátt at fíggja almenna bygging, men við tí ovurhonds tørvi sum er á eldrabústaðum, so má ein kommuna sum Tórshavnar kommuna taka nøkur serlig stig til tess at fáa gongd á slíka bygging.
Tá kommunan lovar, at hetta skattaprosentið skal avaftur, so skal eitt slíkt lyfti sjálvandi halda. Tórshavnar Kommuna boðaði í gjárkvøldið frá, at meðan generelli skattalættin einans verður heitt hálvt prosent, so skal hitt hálva prosentið nýtast til at styrkja um hjá barnafamiljunum.
Andstøðan í býráðnum hevur ført fram lyfti um barnakekk.
Hóast intentiónirnar helst eru góðar, so hevur ein kommuna rætt og slætt ikki heimild til slíkt, og tí nyttar tað einki. At Fólkaflokkurin eigur fíggjarmálaráðharran, hjálpir tó ov lítið. Her krevst ein lógarbroyting í løgtinginum – so til Fólkaflokkurin hevur fingið raðfylgjuna upp á pláss, so verður tann ætlanin at bíða, líka mikið, hvør mannar Tórshavnar býráð eftir ársskiftið.
So kann man spyrja, hvussu ein kommuna kann reka skynsaman skattapolitikk, tá hon ikki kann lata botnfrádrátt og barnakekkar, og tá er mátin við barnafrádráttinum helst tann besti. Kommunan hevur jú trupulleikar við lækkandi barnatali, so tí er tað so upplagt, at kommunan bøtir um korini hjá barnafamiljunum. Við at hækka barnafrádráttin úr 5.500 krónum upp í 8.000 krónur – frígevur kommunan 2.500 krónur fyri hvørt barnið – ella á leið 250 mjólkapakkar, um teir verða keyptir í bestu tilboðshandlum.
Uttan iva hevur samgongan í Tórshavnar kommunu sín meiriluta upp á pláss fyri fíggjarætlanini. Men um hetta er størsta stríðsmálið millum samgongu og andstøðu, so er væl saktans ikki so nógv at stríðast um, tí lættin verður veittur barnafamiljunum – og tí hava havnarborgarar tann »positiva trupulleika«, at allir flokkar berjast um at vilja tryggja bestu umstøður hjá barnafamiljunum...