Sum eitt dømi hava vit í dag hugt eftir, hvussu nógv tað kostar í borgarstjóralønum og fyrisiting at reka Suðuroynna við teimum sjey kommununum, sum oyggin er býtt upp í. Har eru sjey borgarstjóralønir og sjey kommunufyrisitingar í eini oyggj, sum ikki er størri enn ein býlingur í Havn.
Í Suðuroy búgva pr. 1. januar í ár 4.680 fólk. Hetta er eitt sindur meira, enn tað búgva í Hoyvík, sum ein partur av Tórshavnar kommunu. Taka vit bygdirnar í Tórshavnar kommunu norðureftir: Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak og Kollafjørð, so er fólkatalið har 4.764, altso fleiri enn í allari Suðuroy tilsamans.
Bera vit so saman við Klaksvíkar kommunu, so búgva 4.846 fólk har, sum eru sløk 200 fólk fleiri, enn í teimum sjey kommununum í Suðuroyr.
Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv dýrari og irrationellari at reka Suðuroy sum sjey kommunur heldur enn eina. Í hesum brátt farna valskeiði hava skattaborgarar í Suðuroy goldið 8,5 milliónir í borgarstjóralønum, og tað hevur kostað suðuroyarborgarum um 63 milliónir krónur í umsitingarútreiðslum at rikið oynna sum sjey kommunur.
Her eru heilt víst nógvar milliónir at spara. Og tað er heilt víst, at við einari kommunu, einum borgarstjóra og einari kommunalari umsiting, so vóru nógvar aðrar útreiðslur spardar.
Nú hava vit tikið Suðuroy sum dømi. Men vit kundu eins væl tikið onnur øki, so sum Sandoy við fýra kommunum til 1283 fólk. Tað hevði svarað til at Hoyvík hevði tríggjar kommunur – ella at Tórshavnar kommuna varð býtt sundur í 15 kommunur.
Oyggjarnar sunnanfjørðs hava soleiðis 12 av teimum 30 kommununum – ella 40 prosent. Tað sigur seg sjálvt, at her verða nógvir pengar søplaðir burtur. Í Eysturoy og í Sundalagnum eins og í Norðoyggjum og Vágum hava kommunur sýnt góðan vilja at leggja saman – uttan at landsmyndugleikarnir hava gjørt nakað sum helst fyri at stinga kósina út í kortið.
Nú skulu vit ansa okkum ikki at koma við tí magiska talinum av kommunum, sum vit eiga at hava. Men at tær skulu kunna teljast á einari hond er eyðsæð.
Men tað krevur politiskt dirvi. Politiskt dirvi frá landsmyndugleikanum, men eisini frá teimum, sum nú bjóða seg fram at stýra.