Men aðrar stættir í samfelagnum eru eisini, sum kunnu skriva rokningar, sum teimum lystir.
Herfyri vístu vit her á síðuni á, hvussu advokatur í skattamálinum millum gøtumenn og Taks smurdi sær knívin við milliónarokning til skattavaldið.
Í dag skal løgtingið gera av, um játtaðir verða eyka pengar til eyka útreiðslur, sum Taks hevur fingið av at føra eitt rættarmál móti gøtumonnum – eitt rættarmál, sum Taks tapti.
Vit kunnu halda um hetta rættarmál, tað vit vilja. Rætturin hevur talað, og Taks tapti málið, sum snúði seg um, at Taks metti tað sum kamuflerað vinningsbýti, tá partaeigarar í P/F Vinnuni í Gøtu seldu egin partabrøv við stórum vinningi.
Taks ásetti skattin til góðar 53 milliónir, sum partaeigararnir valdu at gjalda, samstundis sum teir stevndu Taks eftir pengunum.
Og at hetta var ein góð íløga fyri partaeigararnar at gjalda skattin og stevna og vinna skuldi vísa seg, tí rentan, teir fáa er 15,5 milliónir krónur.
Vit kunnu siga, at Taks átti at kent sínar egnu reglur, so ein slík stevning átti at verið óneyðug. Politikararnir – og ráðgevarar teirra – hava valt at gera skattareglurnar so »fløktar«, at slíkur partabrævahandil er púra lógligur. Tað vistu politikarar, sum vórðu ávaraðir – men kortini valdu at at samtykkja lógaruppskotið á sinni. Tað vistu eisini ráðgevarnir hjá politikarunum, sum soleiðis eisini hava ráðgivið hundraðtals milliónir úr partafeløgum í privatar lummar.
Men tað er ikki nóg mikið við tí, at partaeigararnir hava gjørt eina góða íløgu, tí slíkt rættarmál er sanniliga gott fyri advokatstættina eisini, sum altíð megnar at gera sær dælt, um tað so gongur illa, ella um tað gongur væl, so vinnur advokaturin altíð.
Og báðir advokatarnir vinna í hesum máli. Advokatar hjá partaeigarunum fáa 3,5 milliónir krónur, meðan advokaturin hjá Taks – altso advokaturin, sum tapti málið – fær 2,5 milliónir.
Tað er okkurt, sum ikki ruggar rætt í okkara rættarsamfelag, tá eitt slíkt mál skal geva útvið sjey milliónir krónur í advokatrokningum, tí at Taks ger eina roynd at fáa skattakrónur í kassan. Og hvussu ber tað til, at man kann tjena so nógvar milliónir fyri at tapa eitt mál fyri Taks?
Ei undur í, at ein ein almenn útreiðsla upp á 53 milliónir endar uppi á 75 milliónum.