Og nógv vatn er runnið í ánna síðani 1963. Hetta fyrsta árið ferðaðust næstan túsund fólk um flogvøllin. Í fjør lá talið oman fyri 200.000 fólk, so nógv er broytt. Bara síðani Atlantsflog fór at flúgva í 1988 hava 2.433.686 fólk flogið við Atlantsflog.
Hetta vísir eisini, hvussu sera stóran týdning gott og trygt og reguligt flogsamband hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Hetta var eitt stórt mál í valstríðnum, tí allir flokkar halda, at flogferðaseðlaprísirnir eru ov høgir. Men lítið ítøkiligt er komið burturúr.
Men týdningurin av bíligari flogferðaseðlum skal ikki undirmetast – og tí bíða vit í spenningi eftir politiskum tiltøkum, sum fara at bøta um støðuna.
Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog hevur tó nógv størri perspektiv í sær. Í mun til gomlu flogførini, so kann hetta nýggja flogfarið flúgva næstan 6.000 km út í eitt, meðan tey gomlu bara kunnu flúgva 3.000 km. Tað letur upp fyri møguleikum at flúgva eitt nú beinleiðis úr Føroyum til USA ella beinleiðis úr Føroyum suður til Afrika. Ítøkjuliga hevur skapt eina rutu til Barcelona í Spania, meðan ein ruta til Kanarisku Oyggjarnar í vetur er í umbúna.
Um USA eisini verður eitt ferðamál, tykist eitt sindur ógreitt, men flogfelagið arbeiðir við ætlanum um gott samband til Keflavíkar í Íslandi, haðani gott flogsamband er víðari út í heim – eisini til fleiri býir í USA. Men tá stjórin í Atlantsflogið hevur hug at uppkalla nýggja flogfarið eftir Naddoddi, sum um miðja nýggjundu øld fann Ísland, og sum kom til Amerika 150 ár fyri Leiv Hepna, so er okkurt sum bendir á, at hann ætlar at krøkja amerikanska fastlandið upp í netið hjá Atlantsflog.
Vit kunnu so bert at vóna, at Atlantsflog fær ein so burðardyggan rakstur í hetta flogfarið, at tað kann skapa grundarlagið fyri tí næsta. Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at føroyingar sleppa út í heim, men enn størri búskaparligan týdning hevði tað fingið, um vit fingu økt áhugan fyri Føroyum sum ferðamannalandi
Atlandsflog er motorvegur okkara út í heim. Hesin motorvegur skal haldast. Tað er eisini ein treyt fyri fólkavøkstri í Føroyum.
Hjartaliga tillukku við nýggja flogfarinum!