ODDAGREIN: 20 ár síðani 6. oktober

Í sendingini Ghetto Føroyar á Rás2 í gjár varð spurt, um vit hava lært nak­að av 6. oktober í 1992 og krepp­uni, sum kom í kjalarvørrinum av hús­a­gang­u­num hjá bankunum.

Hetta er ein ógvuliga viðkomandi spurn­ingur at seta sær – hóast vit øll nikk­andi kunnu svarað, at sjálvandi hava vit lært nak­að – fyri ikki at siga nógv. Með­an vit í 1992 í alt ov stóran mun fisk­aðu í lands­kass­a­num held­ur enn á grunnunum, so hava okkara pol­i­tikarar ikki enn góðtikið - ikki ein gong teir borgarligu - at markn­að­ar­kreft­ir­nar eiga at sleppa at ráða í fiski­vinn­uni.

Og hóast ringasta avleiðingin tá var, at 10 prosent av Føroya fólki rýmdi av landinum, so hava okkara pol­­it­ik­arar ikki enn megnað at skapt okk­um tað samfelagið, tað fólk­a­­heimið og tað trygga staðið, sum megn­ar at bjóða sínum fólki mann­­­søm­­­i­lig kor, so tey kunnu búgva og trívast og lívbjarga sær her sam­­an við okkum. Framvegis eru tað 150 fólk, sum hvørt ár velja ikki at flyta heimaftur eftir loknan lest­ur.

Jørn Astrup Hansen helt fyri, at hó­ast vit høvdu lært nógv av krepp­­uni frá 92, so hava vit tíverri longu gloymt nógv av tí aftur, tí vit hava endurtikið somu mistøk, og vísti hann á, at Eik Banki fór á hús­a­­gang, tí bankaleiðslan hevði latið seg á­virk­að ov nógv av íslendska í­blástr­i­num.

Stóra kreppan førdi til nógvar húsa­­gangir í Føroyum. Ikki bara vinn­­u­­ligar húsagangir, men nógvar fam­i­­ljur fóru eisini av knóranum, og heili 10 prosent av føroyingunum rýmdu úr landinum, størsti parturin til Dan­­markar.

Janus Petersen, stjóri í Bank­Nordik, helt, at vit høvdu lært nógv, hó­­ast alt ikki er perfekt. Hann vísti á, at politikarar ikki fáa arbeitt, tá tað gong­ur væl, og tí var tað heppið, at teir vórðu settir undir umsiting.

Búskaparfrøðingurin Jó­ann­es Jac­ob­sen vísti á, at stóri trup­ul­l­­eik­in er, at vit enn ikki hava lært, at vinn­an eigur at virka eftir markn­að­­ar­­treyt­­um, og tí verður enn pol­itiskt gjørt av, hvussu kvotur og fisk­i­­dag­ar skulu býtast, og harvið er tað ikki fiskivinnan sjálv, sum stýr­ir vinnuni, men ein nógv størri fel­­ags­­skapur.

Hóast vit ikki hava somu stuð­uls­­skip­ani­r, sum í sjeyti og átt­a­ti­ár­u­num, so vísir makrelbýtið, at kvot­ur verða býttar til ávísa skipabólkar við sølu fyri eyga, og tá er talan um stuðul.

6. oktober var leingi ímyndin av tí svarta degnum og ímyndin av ­bú­ska­­­­p­­arligum skrædli. Vit hava so mang­­an sæð, at søgan endurtekur seg. Jú, vit hava lært ein heilan hóp av 6. oktober, men nógv væntar í at fáa skila á bæði vinnuliga og sam­felagsliga. Og hóast politiska stýr­ing mangan tykist so sum so, so fáa vit tað stýri, vit hava valt...