ella 5 ár. Tað vóni eg ikki, at tað verður høvuðsmálið, tí tá eri eg ikki komin í mín besta aldur. Røddin er ikki liðugt ment enn,tað verður ikki fyrr enn um eini 10 ár, so eg eri ikki í besta aldri fyrr enn [...] ið ikki ivast í, at Rúni hevur gávurnar, og hetta mugu sigast at vera týðandi orð frá manni, ið hevur arbeitt við fleiri av teimum stóru nøvnunum. Stórur sangari Enn er Rúni Brattaberg kanska ikki millum [...] sangari, um skemtiliga skal takast til. Tí Rúni er stórur á vøkstri, men sanniliga prógvaði hann undir venjing í Vágs Kirkju sunnukvøldið, tá vit hittu Rúna, at røddin hoyrir til millum tær stóru. Tað var ein
leggja til rættis og fyriskipa Vestnorden Travel Mart, sum hevur verið í Føroyum síðan mánakvøldið. - Jú, eg haldi, at fyrireikingarnar sum heild hava hepnast væl, og nú stevnan er í gongd, er líkt til, at [...] seinastu 4-5 árini. - Hóast sjálv básaskipanin kemur úr Íslandi, er einki til hindurs fyri, at fyritøkur fáa sær fakfólk til hjálpar at pynta básarnar við ymiskum uppsløgum, sum kunnu leiða keyparar á [...] klár longu nú, og tí hava keyparar úr útlandinum eitt gott høvi at taka hesi heim við sær. - Tað er ikki vanligt at hoyra, at so nógv verður selt á sjálvari stevnuni, men hetta er eitt gott grundarlag hjá
Sandur: - Bíða mær eitt lítið bil. Eg kann ikki práta við tykkum beint nú, tí breyðini mugu úr ovninum beint nú. - Eg má til Skopunar við breyðum fyrst. Kunnu tit ikki koma aftur kl. 10?!, spyr Anfinnur í Soylu [...] sigur Anfinnur. Fyrst fer hann undir at gera morgunbreyðini, og síðani hitt breyðið til teir mongu sandoyingarnar, sum ikki kundu hugsað sær ein náttverðabita uttan breyð frá Anfinni. Lítlan lúr Hóast breyðini [...] húsinum. Bilurin verður pakkaður við øllum tí nýbakaða, og so er bert eftir at vitja handlarnar í oynni. Til alla oynna Hvønn einasta dag vitja mong fólk inn í sølubúðina í sjálvum bakarí'inum at keypa. Men eisini
aðrar spælarar enn teir vanligu til Føroyar at spæla landsdyst, men tað ber ikki til, tí so lætt er tað ikki at vinna á londum sum Føroyum, sigur Morten Olsen. - Verður eitt býti gjørt millum tey stóru londini [...] hetta gevur so nógvar dystir, at tað ber ikki til í longdini. Tí rokni eg við, at smá fótbóltslond sum Føroyar fara at spæla í eini undankapping fyri at sleppa við til veruliga undankappingarnar, sigur Morten [...] klára heilt einfalt ikki so nógvar dystir, sum tað eru á skánni í løtuni, og tað rokni eg við fer at hava við sær, at smáu londini mugu taka til takkar við eini undankapping til EM og HM undankappingarnar
Tað sigur Øssur Egholm, útvarpsmaður, tá hann verður spurdur. Plagar tú at fara til handils henda dagin? - Enn havi eg ikki gjørt mær dælt av Black Friday, men skuldi eg manglað okkurt ein slíkan dag, so [...] jólum, tær flestu í jólavikuni. So nei, enn eri eg als ikki komin hagar. Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday? - Nei, einki keypt Black Friday - ikki higartil í hvussu er, sigur Øssur Egholm. [...] Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday? - Eg má viðganga, at Black Friday ikki er ein dagur, eg gevi mær stórvegis far um. So ilt er at siga, hvat eg haldi, men er onkur, sum hinvegin ger ein góðan handil
Nofima-granskarin, Bjørn Roth, hevur sjálvur verið við til at kanna dygdina á laksinum umborð á norska sláturskipinum, Norwegian Gannet, og hann er als ikki samdur í, at skipið hevur ringan fisk. - Hetta er [...] Gannet. Hetta hevur hann gjørt í tíðarskeiðum á fýra vikur - og fleiri ferðir seinnu árini. - Tú kanst ikki bara taka ein einstakan túr burtur úr og síðan gera tær ta niðurstøðu, at dygdin á fiskinum er vánalig [...] vánalig. Vit hava eina verkætlan, har vit hava kannað fiskin, sum liggur í RSW-tangum í tvey til fýra samdøgur. Granskarin leggur dent á, at tað, hann kann siga heilt greitt er, at tá fiskurin verður slaktaður
Ætlanin er, sum vera man, at gera neystið til ein bát í niðaru hæddini, meðan ætlanin er at nýta ta ovaru hæddina til eitt stað at hugna sær í. Júst hvussu, er ikki endalig avgerð tikin um enn. Hetta nýggjasta [...] praksis, sigur Magnus. Hann lesur í løtuni til sivilverkfrøðing, men hevur eisini onnur áhugamál. Saman við pápa sínum, Jacob, sum er útlærdur timburmaður, vóru teir til arbeiðis í Hvalvík hósdagin í farnu viku [...] stórur eftirspurningur eftir verkfrøðingum. - Tað skuldi tí ikki verið trupult at funnið mær eitt arbeiði í Danmark komandi ár. - Hinvegin so eru ikki teir stóru møguleikarnir fyri arbeiði hjá okkum her í Føroyum
slapp at snara hjólinum, sum hon segði seg ikki hava roynt áður. Høvuðsvinningurin var á 800.000 krónur, sum var í gula leypinum. Í reyða leypinum var ferðin til Karibisku oyggjarnar, og í bláa leypinum [...] var heldur eingin meining í at gevast. Í triðju og seinastu royndini gekk eitt vet betur, tó at hon ikki rakk teir stóru vinningarnar. Hesaferð steðgaði hjólið á 30.000 krónum, sum er ein góður vinningur
Sambært Ritzau, hevur tað ikki eydnast tíðindastovuni Reuters, sum eisini ber hesi tíðindi, at vátta sannleiksvirðið í boðunum hjá guvernørinum. Kaluga-regiónin liggur upp at markinum til Moskva-regónina. Í endanum [...] Ukraina hevur einki verið sagt um atsóknina síðstu nátt, sum guvernørurin í Kaluga-regiónini sipar til á Telegram. Í gjár váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur sett í verk [...] at siga. Tað er týdningarmikið, at Russland alla tíðina merkir, at landið - eftir mínari meining - ikki hevur langa tíð eftir í Ukraina, segði ukrainski forsetin. Reuters, sum Ritzau endurgevur, veit at
altjóða flogvøllur í Føroyum. Løgtingskvinnan er tí slett ikki samd við Poul Michelsen. - Eg haldi tað vera púrasta ørt og óforsvarligt at mæla til ikki at útbyggja og nútímansgera Vága Floghavn. Hon heldur [...] hátt eru nøktandi til tann tørv, vit hava í Føroyum í dag. - Sum øll onnur donsk málsøki í Føroyum er flogvøllurin forsømdur av grovasta slag. Hann er í allar mátar aftur út sigldur ? ikki dagførdur við nýggjastu [...] nýggjastu tøkni, og umstøðurnar til ferðafólk eru als ikki nøktandi, sigur Heidi Petersen. Hon sigur seg fegnast um, at vit endiliga hava fingið fulla ábyrgd av flogvøllinum og hava samtykt, at nú skal