- Tað er tvætl at laksurin er ringur

- Tað er tvætl og vrøvl, at fiskurin hjá Norwegian Gannet er ringur, sigur granskari hjá Nofima, sum hevur kannað fiskin í fleiri umførum.

 

 

Nofima-granskarin, Bjørn Roth, hevur sjálvur verið við til at kanna dygdina á laksinum umborð á norska sláturskipinum, Norwegian Gannet, og hann er als ikki samdur í, at skipið hevur ringan fisk.

- Hetta er tvætl og vrøvl, sigur hann avgjørdur.

Tað var annars herfyri, at ein danskur laksakeypari, Christoph Kjærgaard, segði við norsku heimasíðuna iLaks, at fiskurin hjá Norwegian Gannet er ein katastrofa. Felagið hjá honum keypti fisk frá skipinum í trimum umførum, og í báðum teimum fyrru førunum var fiskurin bæði bleytur, eins og skræðan loysnaði frá fiskinum.

Men, í triðja og seinasta førinum, tá danska felagið keypti frá Norwegian Gannet, var einki at seta fingurin á.

Nú sigur granskarin hjá Nofima, Bjørn Roth, við heimasíðuna www.kyst.no, at hann sjálvur bæði hevur verið við og hevur tikið royndir av fiskinum umborð á Norwegian Gannet. Hetta hevur hann gjørt í tíðarskeiðum á fýra vikur - og fleiri ferðir seinnu árini.

- Tú kanst ikki bara taka ein einstakan túr burtur úr og síðan gera tær ta niðurstøðu, at dygdin á fiskinum er vánalig. Vit hava eina verkætlan, har vit hava kannað fiskin, sum liggur í RSW-tangum í tvey til fýra samdøgur.

Granskarin leggur dent á, at tað, hann kann siga heilt greitt er, at tá fiskurin verður slaktaður á feltinum, krudvur og køldur í RSW-tangum umborð - ja, so verður dygdin nógv betri enn annars.

Bjørn Roth sigur, at samanberingar eru gjørdan millum fiskin hjá Norwegian Gannet og fisk, sum er slaktaður á vanligan hátt inni á einum virki, og her vísir tað seg, at hátturin at slakta og kryvja umborð gevur eina væl betri góðsku.

Royndirnar umborð á Norwegian Gannet eru gjørdar í desember í fjør, desember í fyrraári, februar í fjør, mai í fjør og í november í fjør - og Norfima er eisini í løtuni í holt við nýggjar kanningar umborð.

Granskarin sigur, at laksurin, sum verður slaktaður, blóðgaður og kruvdur á feltinum, bløðir betri út, og dygdin á fiskinum verður nógv betri.

Men, taka kanningarnar, sum tit hava gjørt umborð á Norwegian Gannet, eisini hædd fyri siglingartíðini til Danmarkar?

- Ja, tað hava vit gjørt. Vit hava gjørt samanberingar við fiskin, sum kemur við skipinum og fisk, sum er slaktaður í landi. Vit hava tískil neyvar samanberingar av sama fiski. 

Granskarin vísir á, at góða kølingin umborð á Norwegian Gannet ger, at laksurin heldur sær betri, og fiskurin gevur eisini størri úrtøku, tí hann lætnar minni. Hann leggur aftrat, at úrslitini á kanningarferðunum hava verið júst tey somu hvørja ferð.

Bjørn Roth ivast onga løtu í, at laksur í størri mun enn higarti fer at verða slaktaður á feltinum. Hann viðgongur tó, at ein avbjóðing er, at tá tú hevur fisk leingi í sjógvi, so gerast táknirnar gráar, og hetta er í ávísan mun ein marknaðaravbjóðing.

Meira kann lesast um tað, sum granskarin, Bjørn Roth, sigur á www.kyst.no. Útsagnirnar hjá danska laksakeyparanum kunnu lesast um hesa leinkju - https://www.in.fo/news-detail/news/laksurin-hja-norwegian-gannet-ein-katastrofa/

##med2##