- Tað er áhugavert sum Putin hevur at siga

Ukrainski forsetin heldur tað vera týdningarmikið, at Russland alla tíðina merkir, at landið - eftir hansara tykki - ikki hevur langa tíð eftir í Ukraina.

Vladislav Sjapsja, sum er guvernørur í russisku regiónini, Kaluga, skrivar á Telegram í nátt, at ein drona er dottin niður í einum býi í regiónini, sum liggur í ein útsynning vestan úr Moskva.

 

Sambært Ritzau, hevur tað ikki eydnast tíðindastovuni Reuters, sum eisini ber hesi tíðindi, at vátta sannleiksvirðið í boðunum hjá guvernørinum.

 

Kaluga-regiónin liggur upp at markinum til Moskva-regónina.

 

Í endanum av mai duttu tvær dronur tíðliga um morgunin niður yvir eitt íbúðarøki í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Sambært borgarstjóranum  í býnum, Sergej Sobjanin, fingu bygningar smærri skaðar.

 

Men, eingin gjørdist álvarsliga løstaður í hendingini, veit Ritzau at siga. Tá søgdu russar, at tað var Ukraina, sum stóð aftanfyri atsóknina, men hesum hevur Ukraina víst aftur.

 

Í Ukraina hevur einki verið sagt um atsóknina síðstu nátt, sum guvernørurin í Kaluga-regiónini sipar til á Telegram.

 

Í gjár váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur sett í verk álop á russisku herdeildirnar í Ukraina, eins og verjuatgerðir eru aðrastaðni í landinum.

 

Hin leingi væntaði ukrainski offensivurin er í gongd, viðgongur forsetin, men hann vil eink siga um, hvussu hesin verður skipaður, og hvørji stigini verða.

 

Um dagarnar hevur ukrainski forsetin havt vitjan av kanadiska forsetanum, Justin Trudeau, í Kyiv, og teir hava báðir havt tíðindafund í ukrainska høvuðsstaðnum.

 

Um útsagnirnar hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, um, at álopini hjá ukrainska herinum higartil eru miseydnað, segði ukrainski forsetin á tíðindafundinum soleiðis, meðan hann hevði kanadiska forsetan við sína lið.

 

- Tað er áhugavert, sum Putin hevur at siga. Tað er týdningarmikið, at Russland alla tíðina merkir, at landið - eftir mínari meining - ikki hevur langa tíð eftir í Ukraina, segði ukrainski forsetin.

 

Reuters, sum Ritzau endurgevur, veit at siga, at ukrainski herurin er nógv styrktur, eftir at Nato-lond hava latið Ukraina nógva hernaðarútgerð, eitt nú Leopard-stríðsvognar og rakettir.