- Tað er veldugt at halda einum hamara

Í lestri sínum er ungi hvalvíkingurin, Magnus Fuglø vanur við stórar bygningar, brýr, tunlar og hvørt av sínum.

Hósdagin í farnu viku var hann farin í holt við eina heldur minni uppgávu: At gera sær eitt neyst í heimbygdini.

- Tað er gott at kunna sleppa burtur frá bókunum eitt bil, - og ja, royna tað ein hevur lært í praksis, sigur Magnus.

Hann lesur í løtuni til sivilverkfrøðing, men hevur eisini onnur áhugamál. Saman við pápa sínum, Jacob, sum er útlærdur timburmaður, vóru teir til arbeiðis í Hvalvík hósdagin í farnu viku.

Frammanfyri teir lá hópurin av byggitilfari, sum við kønum hondum skal endurskapast til ætlaða neystið.

- Tað er veldugt at sleppa at brúka ein hamara, sigur Magnus.

Arbeitt verður í smáum, og tí er eingin tíðarfreist sum so sett á, nær arbeiðið skal verða liðugt.

Teir ætla kortini at neystið skal innilokast í ár.


Pláss til størri bát

Henda morgunin, tá Snoddi koyrdi framvið Hvalvík, sóust feðgarnir báðir standa so óført og práta við eitt av mongu neystunum á havnarlagnum í heimbygdini.

Ætlanin er, sum vera man, at gera neystið til ein bát í niðaru hæddini, meðan ætlanin er at nýta ta ovaru hæddina til eitt stað at hugna sær í. Júst hvussu, er ikki endalig avgerð tikin um enn.

Hetta nýggjasta neystið í Hvalvík er 12,5 metrar langt og 5,4 metrar breitt. Undirhæddin verður rættiliga høg, og tí eru góðir møguleikar at hava ein bát inni.

Sjálvur hevur Magnus, sum er búsitandi í Danmark í samband við lestur, ein bát - eitt gamalt 5-mannafar.

- Eg ætli at fáa mær ein størri bát einaferð í tíðini. Men eg veit ikki akkurát nær tað verður, sigur hann, meðan pápin nikkar samtykkjandi.

Ovara hæddin í neystinum fer at hava vanlig mál, men verður kortini gjørd soleiðis, at ein partur av henni fer at verða eitt sindur hægri við opnum tróðri.


Dirigerað úr Danmark

Tað tekur sína tíð at gera eitt slíkt neyst, um ein bert satsar uppá at gera tað, tá ein er heima í summarfrí.

Hjá Magnusi og Jacobi var tað so, at neystagrundin varð stoypt í fjør, og hevur arbeiðið ligið so at siga stilt fram til í farnu viku.

- Vit byrjaðu faktiskt at arbeiða aftur í gjár. Syllarnar komu upp fyri nøkrum vikum síðani, og í gjár settu vit stilladsini upp.

- Arbeiðið við syllunum gjørdu pápi og Árni svágur, meðan eg sat í Danmark og dirigeraði teir í arbeiðinum, sigur Magnus við einum brosi.






Spennandi arbeiði við brúgvum



Magnus Fuglø er hvalvíkingur, men býr nú í Odense, har hann lesur til sivilverkfrøðing. Hann verður eftir ætlan liðugur um eitt ár.

- Í ár vóru ongar royndir á skránni, og tí fekk eg so langa summarferiu hesaferð, sigur hann. Hetta komandi árið skal kortini serritgerðin skrivast. 



Hóast Magnus hevur lisið í fleiri ár, er ikki vist, at hann kortini kemur heim aftur beinanvegin, tá útbúgvingin er liðug.

- Eg ætli fyrst at fáa mær eitt sindur av arbeiðsroyndum, áðrenn eg flyti hendavegin, sigur hann.

Hjá einum manni við slíkari útbúgving er spurningurin jú altíð, um at fáa arbeiði, men sum skilst á Magnusi er hetta ikki nakar trupulleiki í dag.

Eitt av arbeiðunum hjá einum sivilverkfrøðingi er tað teir kalla konstrusjóns-teknikkur, m.a. tá talan er um stórar bygningar.

- Ynskið hjá mær er at fáa arbeiði hjá onkrari stórari fyritøku, og vera við at konstruera brýr og møguliga eisini tunlar.

- So tú skilur, at arbeiðið er rættiliga fjølbroytt, slær Magnus fast.


Brýr og soylur

Í Danmark - og í Føroyum - er rættiliga nógv byggivirksemi í løtuni. Og sambært Magnusi er stórur eftirspurningur eftir verkfrøðingum.

- Tað skuldi tí ikki verið trupult at funnið mær eitt arbeiði í Danmark komandi ár.

- Hinvegin so eru ikki teir stóru møguleikarnir fyri arbeiði hjá okkum her í Føroyum, slær Magnus fast. Í stóran mun er tað bert Landsverk sum roknað verður við.

Sum verkfrøðingur fer ein ígjøgnum ein hóp av lærugreinum og evnum. Hjá Magnusi hevur serliga arbeiðið við betongi havt áhuga, og hetta verður helst eisini tað sum serritgerð hansara fer at snúgva seg um.

Hann er serliga áhugaður í teimum mongu brúgvunum sum fara tvørtur um teir donsku motorvegirnar - og ikki minst, hvussu tær verða hildnar uppi av teimum stóru betong-soylunum.

Avbjóðingin í slíkum førum er at tryggja, at brúgvin heldur, so at soylan ikki ein dag kemur upp undan á vegnum.

- Professarin á skúlanum hjá mær hevur júst skrivað eina grein í einum tíðarriti um hetta sama og legði har fram nakrar teori’ir.

- Tað verður út frá hesum teori’um at eg fari at arbeiða víðari við mínari serritgerð, sigur Magnus.