- Tað er veldugt!

- Tað er veldugt, tað er super - tað er deiligt, segði klaksvíkskonan, tá hon vann 30.000 krónur gekka-spælinum í kvøld.

Í kvøld var eingin bilur at fara eftir, nú Volvo-bilurin reyk seinasta fríggjakvøld.

Tað var Joan Joensen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld, og hon slapp at snara hjólinum, sum hon segði seg ikki hava roynt áður.

 

Høvuðsvinningurin var á 800.000 krónur, sum var í gula leypinum. Í reyða leypinum var ferðin til Karibisku oyggjarnar, og í bláa leypinum stórt gávukort frá Miklagarði.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum hon eisini hevði, áðrenn hon gjørdi fyrstu royndini, tá 20.000 krónur er minsti vinningur í gekka-spælinum nú.

 

Og sjálvandi royndi Joan Joensen eisini aðru ferð. Men, eisini hesaferð steðgaði hjólið á 20.000 krónum, og nú var heldur eingin meining í at gevast.

 

Í triðju og seinastu royndini gekk eitt vet betur, tó at hon ikki rakk teir stóru vinningarnar. Hesaferð steðgaði hjólið á 30.000 krónum, sum er ein góður vinningur.

 

- Tað er veldugt, tað er super - tað er deiligt, segði Joan Joensen, sum takkaði fyri og ynskti øllum einar góðar páskir.

 

 

 

 

 

Í kvøld var eingin bilur at fara eftir, nú Volvo-bilurin reyk seinasta fríggjakvøld.