- Tað er okkara tørn hesaferð

Hvør framsýnari á Vestnorden Travel Mart kann í mesta lagi hava 32 avtalur við útlendskar keyparar, men til ber at hava tveir básar, sum eitt nú Atlantic Airways hevði, og tá kunnu uppaftur fleiri avtalur gerast

Travel Mart

 

Stjórin í Green Gate Incoming, Marni Hjallnafoss, heldur, at tað hevur gingið væl hjá teimum at leggja til rættis og fyriskipa Vestnorden Travel Mart, sum hevur verið í Føroyum síðan mánakvøldið.

- Jú, eg haldi, at fyrireikingarnar sum heild hava hepnast væl, og nú stevnan er í gongd, er líkt til, at fólk sum heild eru nøgd.

Marni sigur, at øll básaskipanin kemur úr Íslandi, og hetta eru somu básar, sum brúktir hava verið á ferðavinnustevnuni seinastu 4-5 árini.

- Hóast sjálv básaskipanin kemur úr Íslandi, er einki til hindurs fyri, at fyritøkur fáa sær fakfólk til hjálpar at pynta básarnar við ymiskum uppsløgum, sum kunnu leiða keyparar á tey tilboð, tey bjóða fram.

Marni sigur, at útbjóðarar, sum eru við á ferðavinnustevnuni, hava síni tilboð fyri komandi ár klár longu nú, og tí hava keyparar úr útlandinum eitt gott høvi at taka hesi heim við sær.

- Tað er ikki vanligt at hoyra, at so nógv verður selt á sjálvari stevnuni, men hetta er eitt gott grundarlag hjá teimum, sum bjóða seg fram, at samskifta um møguleikar.

Stjórin í Green Gate Incoming vísir á, at felagið saman við Atlantic Airways hevur gjørt snotuliga faldaran FlyFaroe 2008, sum liggur frammi á stevnuni.

- Soleiðis hava útbjóðarar síni ferðavinnutilboð klár til seljararnar at skoða og meta um, leggur hann aftrat.

Marni Hjallnafoss sigur, at skipanin við ”workshop” er hon, at tú sum útbjóðari kanst fáa avtalu í lag við tilsamans 32 keyparar á stevnuni.

- Tá er fullteknað og pláss er ikki fyri fleiri avtalum. Hinvegin kunnu útbjóðarar hava tveir básar, sum eitt nú Atlantic Airways hevur, og tá kunnu uppaftur fleiri avtalur gerast, sigur hann.

Stjórin fegnast um, at tað hesaferð var túrurin hjá Green Gate Incoming at skipa fyri Vestnorden Travel Mart.