Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg má viðganga, at Black Friday ikki er ein dagur, eg gevi mær stórvegis far um. So ilt er at siga, hvat eg haldi, men er onkur, sum hinvegin ger ein góðan handil ein slíkan dag - ja, so er tað teimum væl unt.
Tað sigur Øssur Egholm, útvarpsmaður, tá hann verður spurdur.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Enn havi eg ikki gjørt mær dælt av Black Friday, men skuldi eg manglað okkurt ein slíkan dag, so kundi væl verið, at okkurt keypið bleiv gjørt, um tilboðið er nóg gott.
Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?
- Her má eg svara nei. Tær fáu jólagávurnar, eg keypi, verða allar keyptar stutt undan jólum, tær flestu í jólavikuni. So nei, enn eri eg als ikki komin hagar.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, einki keypt Black Friday - ikki higartil í hvussu er, sigur Øssur Egholm.