Aftara rað: f.v. Hans David á Brúnni, Skipanes, lærupláss: Svenn Olsen Syðrugøta, Jákup Danielsen, Hvítanes, lærupláss: Sp/f Høgni Mikkelsen, Tórshavn, Gunnar Grækarisson, Tórshavn, lærupláss: P/f Jørgen [...] Tórshavn, lærupláss: Valbjørn Dalsgarð, Argir, Rúni Skaalum, Hvalba, lærupláss: Sp/f Petur Hammer, Tvøroyri.
stórur trupuleiki nógva staðni í landinum, er ikki nakað nýtt. Av og á kemur eisini fyri at hundar, sum ganga leysir, gera stóran skaða, bæði á fólk og fæ. Eisini í Froðba eru tey rættiliga illa roynd av hundum [...] sigur, at hetta var ikki einasti seyður, sum hundur hevur verið eftir. Tvær ær vóru farnar oman á helluna á Høvdanum í Froðba. Hann ivast ikki í, at tær eru farnar útav undan hundi. ?Vit noyddust at síga [...] ferð? Tilburðurin er meldaður og løgreglan kannar málið. Samstundis hava eigararnir gjørt býráðið á Tvøroyri vart við støðuna. Annars tala myndirnar fyri seg.
Sunnumorgunin á familjumøtinum kl. 10.30 er evnið: »Náði Guds í lívi Jobs« og á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 er evnið: »Job« á báðum møtunum talar Klæmint Eliasen. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum [...] Missiónshúsið á Argjum Sunnudagin 29. feb. Møti v/ Reimund Langgaard. Nólsoyar Missiónshús Missiónsvikan er flutt til 24.-28. mars. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Skráin fyri missiónsvikuna 2004 á Glyvrum: [...] www.keldan.fo Nerija á Skála Á møtinum í kvøld kl. 20 og í morgin sunnudagin kl. 17 tala John í Skemmuni, Lars Djurhuus og Finnbjørn Nielsen. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13
at Smyril á veg av Tvøroyri til Havnar seinnapartin hósdagin misti annan bjargingarflakan fyri borð. Tað var einki summarveður á hesum túrinum, men heldur ikki nakað illveður at tosa um. Á ein ella annan [...] fáa fatur á stjóranum á Strandferðsluni, Kristiani Davidsen, men sambært dagsskránni hjá honum, sat hann á fundi til middags. Vit ætlaðu at spyrja hann, hvussu tað kundi bera til, at Smyril á hesum túrinum [...] við hann. Vaktarskipið, Brimil, fór á leiðina. Teir tóku tveir av flakunum upp og byrjaðu klokkan 22.19 hóskvøldið at sleipa hinar báðar til lands. Brimil var á Tvøroyri við flakunum klokkan 04.14 fríggjamorgunin
Kommunumál Tvøroyri: Nú fer Tvøroyrar Kommuna aftur at søkja eftir býarverkfrøðingi. Kommunan hevur ongan býarverkfrøðing havt í fleiri ár, men á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið aftur at søkja [...] sigur, at ætlanin er, at tað skal eisini bera til hjá øðrum kommunum at brúka býarverkfrøðingin á Tvøroyri ímóti gjaldi. Tað merkir, at tað skal eisini bera til hjá honum at gera uppgávur fyri aðrar kommunur
Eftirskúli Tvøroyri: Tvøroyar Býráð tekur undir við ætlanini at gera ein føroyskan eftirskúla í Suðuroy. Tað hevur býráðið á Tvøroyri samtykt. Hesi seinastu fýra árini hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við [...] 60-80 næmingar og mett verður, at hann fer at kosta einar 40-50 milliónir. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at eftir lógini um eftirskúlar, betalir landið 50% av byggingini og 70% av rakstrinum. Teir siga, at [...] Verða allar kommunurnar í Suðuroy við, koma tær sostatt at betala tríggjar milliónir tilsamans. Og á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð so at styðja ætlanini. Men Kristin Michelsen, borgarstjóri
hevur verið borgarunum á Tvøroyri so dýr. Men vit gjørdu kortini av at lýsa hana til sølu, so at aðrir áhugaðir eisini kundu fáa høvi at gera vart við seg. Og bjóðar ongin á Tvøroyri, eru onnur eisini vælkomin [...] Kropsvenjing Tvøroyri: Nú skal ein endi fáast á Nautilus-ævintýrinum hjá Tvøroyrar Kommunu. Tað samtykti Tvøroyrar Kommuna á býráðsfundi mánakvøldið. Tá ið nógv umrødda kropsvenjingarmistøðin, Nautilus [...] Nautilus, í Havn fór á heysin, keypti Tvøroyrar Kommuna útgerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986. Men tilsamans hevur skattaborgarin á Tvøroyri goldið 5,3 milliónir fyri hetta ævintýrið, tí umframt at
Hon er fødd í Kina 28. apríl 2003. Hon eitur Anna Kirstin og er dóttir Biritu og Jákup Jacobsen á Tvøroyri 29. desember fingu Helgi og Hans Pauli tveir lítlabeiggjar, Kristian og Filip. Kristian vigaði [...] Saltangará, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr. 27. februar fingu Ada Horn og Janus á Húsagarði, Skálavík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. 27. februar fingu Mimi Stei
Tvøroyrar Svimjifelag, sum fyllir 40 ár 7. mars. Sostatt eru tað nú 40 ár síðani, at nøkur hugagóð fólk á Tvøroyri savnaðist at stovna Tvøroyrar Svimjifelag. Fyrsti formaðurin í felagnum var Birgit Hestoy og serliga [...] Anita Farstad, skrivari í felagnum. Og at gera gott ungdómsarbeiði, setir heilt serlig krøv til tey á Tvøroyri, tí ikki hava tey góðar umstøður at venja undir. Einasti hylurin, sum tey hava, er tann í skúlanum [...] er eisini farin at merkjast á honum, tí hann er stongdur í heilum, tí hann krevur ábøtur. Sostatt eru umstøðurnar at venja langt frá tær bestu, men kortini verður drivið á so nógv, sum gjørligt at kalla
við 3-0 sigri, og tó at tað bert var tað eina málið á muni fyri steðgin, so var sigurin hjá Vágamonnum ongantíð í vanda. Drama á Svemýru Á Tvøroyri var sum vant dramatikkur í luftini, tá Royn vitjaði. [...] mans á vøllinum, mátti geva skarvin yvir. Alt bendi annars rætta vegin, ta´Martin Østerbæk legði heimaliðið á odda, men á Gisli Sveinbjørnsson javnaði í seinna hálvleiki, fór av álvara at standa á. Og tó [...] spælir í AB ? var uttan iva besti leikarin á vøllinum á Argjum leygardagin. Sjálvur skeyt hann tvey mál, og í nógvar aðrar mátar hevði hann eisini høvuðsleiklutin á einum AB-liði, sum tykist væl mannað til