Fótbóltur
Tað verða AB, Sumba, FS Vágar og TB, sum skulu kappast um seinastu plássini í bólkaspælinum.
Hetta stendur greitt eftir dystirnar um vikuskiftið, sum onkursvegna eisini tóktust markera, at nú er fótbólturin um at fara á rull av álvara.
Mest stóðo á hjá ávíka Sumba og TB, sum bæði noyddust út í longda leiktíð, áðrenn tað eydnaðist teimum at tryggja sær víðari luttøkuna.
Í Sumba mundu leirvíkingar eisini iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at kom at koma víðari, tí eftir at Norbert hevði lagt Sumba á odda fyri steðgin, var tað LÍF, sum sat á tí mesta. Teir vendu eisini støðuni til 2-1, og stutt fyri leiklok høvdu teir ein meira enn gyltan møguleika, men tá hesin varð misnýttur, kundi Rene Thomsen ístaðin nýta yvirtíðina til at javna. Og í seinasta minuttinum av umdystinum setti Norbert so trumf á, tá hann fyri aðru ferð sendi bóltin í netið til endaliga úrslitið.
Sumba skal komandi vikuskiftið takast við FS Vágar, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av Fram. Her endaði dysturin við 3-0 sigri, og tó at tað bert var tað eina málið á muni fyri steðgin, so var sigurin hjá Vágamonnum ongantíð í vanda.
Drama á Svemýru
Á Tvøroyri var sum vant dramatikkur í luftini, tá Royn vitjaði.
Tað varð TB, sum leikti seg víðari, men tað var ikki fyrr enn eftir umdyst, at sera væl stríðandi Royn-lið, sum at enda bert hevði níggju mans á vøllinum, mátti geva skarvin yvir.
Alt bendi annars rætta vegin, ta´Martin Østerbæk legði heimaliðið á odda, men á Gisli Sveinbjørnsson javnaði í seinna hálvleiki, fór av álvara at standa á. Og tó at Royn eftir hetta fekk tveir leikarar riknar av vøllinum, so megnaðu teir at halda støðuni til langt inn í umdystin. Her eydnaðist at enda Óla Johannesen at beina bóltin í netið eftir hornaspark, og so er TB til reiðar at taka ímóti AB.
Og argjamenn tykjast vera væl fyri í ár. Á heimavølli høvdu teir ongar sum helst trupulleikar móti B71, sum helst væl kundu hugsað sær, at Símun Hansen framvegis leikti fótbólt í barndómsfelagnum. Tí Símun ? sum nú spælir í AB ? var uttan iva besti leikarin á vøllinum á Argjum leygardagin. Sjálvur skeyt hann tvey mál, og í nógvar aðrar mátar hevði hann eisini høvuðsleiklutin á einum AB-liði, sum tykist væl mannað til at taka lut í oddastríðnum í landskappingini.
Úrslitini
AB-B71 4-0 (2-0)
1-0: Símun Hansen
2-0: Johnny Samuelsen
3-0: Símun Hansen
4-0: Jan Jørgensen
Sumba-LÍF 3-2 eftir umdyst
2-2 (1-0)
1-0: Norbert Luschak
1-1: Magni Høgnesen
1-2: Sigfriður Olsen
2-2: Rene Thomsen
3-2: Norbert Luschak
FSV-Fram 3-0 (1-0)
1-0: Birgir Joensen
2-0: Jack Johansen
3-0: Tór-Ingar Akselsen
TB-Royn 2-1 eftir umdyst
1-1 (1-0)
1-0: Martin Østerbæk
1-1: Gisli Sveinbjørnsson
2-1: Óli Johannesen