Villir hundar lamløsta seyð

Í Froðba er tað ikki óvanligt, at leysir hundar gera um seg og tað var ikki tespulig sjón ein froðbingur fekk, tá ið hann hósmorgunin fór at hyggja eftir seyði

Leysir hundar

At hundar, sum gangas leysir, eru ein stórur trupuleiki nógva staðni í landinum, er ikki nakað nýtt.
Av og á kemur eisini fyri at hundar, sum ganga leysir, gera stóran skaða, bæði á fólk og fæ.
Eisini í Froðba eru tey rættiliga illa roynd av hundum, sum ganga leysir.
Og tá ið froðbingar fóru at hyggja eftir seyði hósmorgunin, var tað ikki tespulig sjón, sum møtti teimum.
Tá ið Jacob Ejdesgaard fór út fyri dyr, kom eitt hvítt lamb hjá honum at húsum, illa hagreidd av hundi.
Hundurin hevur skrætt at mesta av ullini av afturpartinum á lambinum, heilt framímóti huppinum og hann hevur eisini bitið tað rættiliga illa. Tað hevur eitt stórt, djúpt sár í tjógvinum, so stórt sum ein manshond, eins og týðilig merki eru eftir, hvussu tenninar hava skurðsla skinnið.
Jacob Ejdesgaard sigur, at hetta var ikki einasti seyður, sum hundur hevur verið eftir. Tvær ær vóru farnar oman á helluna á Høvdanum í Froðba.
Hann ivast ikki í, at tær eru farnar útav undan hundi.
?Vit noyddust at síga eftir teimum. Vit fingu aðra, men brimið tók hina, so hon fór til havs.
Ein onnur ær gongur eftir á helluni, men henni fóru teir ikki eftir, sum líkindini vóru. Hon gongur so mikið ovaliga, at henni fór brimið ikki við.
Somuleiðis saknar hann eina aðra ær. Hon er horvin og hann ivast ikki í, at hon er farin í havið.

Ikki óvanligt
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hundur er eftir seyði hjá Jacob Ejdesgaard og øðrum har um leiðir. Í fjør vórðu tvær ær lambskotnar eftir at hundur hevði verið á teimum. Eisini í vetur hava teir verið og tikið seyð upp, sum teir meta, at hundur hevur verið eftir.
Eftir hesa hendingina, er komið fram, at tað eru fleiri, sum sakna seyð og sum teir hava illgruna um, at hundar hava rikið útav og á sjógv.
Hann sigur, at teir vita ikki, hvør eigur hundin, sum hevur gjørt um seg.
Froðbingar siga, at tað eru nógvir hundar, sum ganga leysir og gera ónáðir. Teir ganga eisini úti um næturnar og kanska ganga teir eisini svangir og eru tí serliga ágangandi.
Og sum ein annar froðbingur sigur: Hvat nú, um tað er ein óviti, sum verður fyri næstu ferð?
Tilburðurin er meldaður og løgreglan kannar málið. Samstundis hava eigararnir gjørt býráðið á Tvøroyri vart við støðuna.
Annars tala myndirnar fyri seg.