Vilja hava verkfrøðing aftur á Tvøroyri

Tvøroyar Býráð fer nú at søkja eftir býarverkfrøðingi, men ætlanin er at hann skal vera til taks hjá øðrum kommunum eisini

Kommunumál

Tvøroyri: Nú fer Tvøroyrar Kommuna aftur at søkja eftir býarverkfrøðingi.
Kommunan hevur ongan býarverkfrøðing havt í fleiri ár, men á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið aftur at søkja eftir býarverkfrøðingi.
Kommunan hevur fleiri ferðir áður roynt at søkja eftir býarverkfrøðingi, men ongin hevur verið áhugaður.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er, at tað skal eisini bera til hjá øðrum kommunum at brúka býarverkfrøðingin á Tvøroyri ímóti gjaldi.
Tað merkir, at tað skal eisini bera til hjá honum at gera uppgávur fyri aðrar kommunur í Suðuroynni.
Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar Kommuna brúkar rættiliga fitt av pengum uppá at keypa verkfrøðingartænastur aðrastaðni frá og tað sama gera aðrar kommunur í Suðuroynni eisini.
Hann heldur tí, at tað vera vert at varðveita hesa tænastuna, og sostatt eisini arbeiðsplássið, í Suðuroynni.
Tað hevur eisini verið nevnt, at allar kommunurnar í Suðuroy áttu at sligið seg saman um ein oyggjarverkfrøðing, men tað er ikki komið longri, so nú tekur Tvøroyrar Kommuna stigið og søkir eftir einum verkfrøðing sjálv, sum so eisini kann arbeiða fyri aðrar kommunur.