Eftirskúli
Tvøroyri: Tvøroyar Býráð tekur undir við ætlanini at gera ein føroyskan eftirskúla í Suðuroy.
Tað hevur býráðið á Tvøroyri samtykt.
Hesi seinastu fýra árini hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við ætlanini at byggja ein eftirskúla í Suðuroy og nú er komið so lagt, at fyrispurningur er sendur kommununum um at bera ein part av kostnaðinum.
Ætlanin er at fáa allar kommunurnar í landinum at vera við og áheitan er send kommununum um at vera við.
60-80 næmingar
Í upplegginum til kommunurnar, sigur arbeiðsbólkurin, at hann kundi hugsað sær ein eftirskúla til 60-80 næmingar og mett verður, at hann fer at kosta einar 40-50 milliónir.
Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at eftir lógini um eftirskúlar, betalir landið 50% av byggingini og 70% av rakstrinum.
Teir siga, at ein leistur kundi verið, at kommunurnar kring landið betala sín part av byggingini eftir fólkatalinum.
Av tí, at landið rindar helvtina, verða 20-25 milliónir eftir til allar kommunurnar at betala.
Arbeiðsbólkurin hevur sostatt roknað út, at fyri Tórshavnar Kommunu hevði hetta merkt, at hon kom at betala 2,5-3 milliónir um árið í trý ár, ella 8-9 milliónir tilsamans til byggingina. Men Havnin er so stór, at Tórshavnar Kommuna hevði komið at betalt ein triðing av kostnaðinum, ella gott tað.
Verða allar kommunurnar í Suðuroy við, koma tær sostatt at betala tríggjar milliónir tilsamans.
Og á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð so at styðja ætlanini.
Men Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at býráðið tók ikki støðu til, um kommunan skal vera við til at betala ein part av kostnaðinum eftir tí leisti, sum arbeiðsbólkurin hevur skotið upp.
?Enn er ætlanin komin alt ov stutt til at støða kann takast til tað, sigur hann og at tað er ein spurningur, sum kommunan má venda aftur til, kemur tað so langt.
Hann sigur, at samtyktin hjá kommununi var mest fyri at vísa, at Tvøroyrar Býráð stuðlar tiltakinum og tekur undir við, at ein eftirskúli verður skipaður í Suðuroy.
?Tað hevur sera stóran týdning fyri at skúlin skal kunna gerast veruleiki, at kommunurnar í Suðuroynni stuðla ætlanini, eisini fyri at fáa onnur at taka undir við henni, sigur Kristin Michelsen.