Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Øssur Bæk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í føroysku musikkskúl [...] Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 15.30, er rættiliga serstakt og forkunnugt. Saman við úrmælingum á tónlistaliga økinum, hevur listamaðurin í Fuglafirði, Frits Johannesen, málað átta stórar oljumálningar [...] tónleikinum. Hugskotið um at sameina tónleik og list birtist, tá Frits Johannesen og klaverleikarin, Jóhannes Andreasen, ein dagin fyri nøkrum árum síðan komu í prát um gitnu ?kvartettina til tíðarinnar enda
boykotta fótbóltin, so tykist hetta ikki hava stórvegis ávirkan á hin partin av Kringvarpinum. Sunnudagin var »bólturin« í øllum førum sum vant á skránni, og enn er ósemjan millum SvF og ÍSF als ikki umrødd [...] hesa ósemjuna, og tí fari eg ikki at taka støðu til, hvørt vit eisini gera nakað við hetta, sigur Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í SvF. Eg kann bara svara fyri okkum, at vit hava umrøtt sáttmálan millum [...] hartil, so er talan um tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir, sum liva púrasta hvør sítt lív, sigur Jóhann Mortensen.
Teir 28 leikararnir skulu møta til venjing, sum verður á Tórsvølli. Venjarin skal bara hava 18 leikarar við á ferðini, og tí skulu tíggju sáldast frá. Venjarin sigur, at fyrireikingarnar hava verið nógv [...] Páll M. Joensen, Jónas Þór Næs, Jóhan E.R. Mouritsen, Tróndur Kragesteen, HB. Jústinus H. Hansen, NSÍ. Poul N. Poulsen, Hartman Hansen, Niklas Joensen, VB. Ovi Magnussen, Jóhan Petur Poulsen, B68. Sverri Jacobsen
legði seg á odda 9-7 í 20. minutti slepti FH ikki leiðsluni aftur. Jóhannes var við fýra málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Stjörnuni. Komandi fríggjakvøld klokkan 20.30 spælir Stjarnan dyst á útivølli [...] Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni tóku í kvøld móti verandi meistarunum, FH í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. FH vann dystin 26-22. Stjarnan hevði leiðsluna tíðliga í dystinum
Føroyum. Vónin er eisini, at hetta verður fyrsta stigið á leiðini til, at føroyska talgilda koyrikortið kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum. ##med2## [...] møguligt at nýta talgilt koyrikort uttan fyri landoddarnar, men landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, eru samdir um, at hetta skal broytast [...] Føroyum og Danmark brúka sítt talgilda koyrikort, sigur danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen. Á skrá var eisini eitt uppskot til avtalu um føroyska busskoyring í Danmark, sum landsstýrismaðurin og
vóru á palli seinast. Gista umborð Um fólk norðanfjørðs hava hug at leita sær umborð á Smyril til Syngið við um Suðuroyarfjørð, og til Suðuroyar, so ber til at gista í frálíku kømurunum umborð á Smyrli [...] Fróða. Syngið við tiltakið verður umborð á Smyrli og dansurin verður í VB Húsinum. Talan er um eina gamla ætlan, ið snýr seg um at skipa fyri syngið við tiltaki umborð á Smyrli. Tónleikahugaði sumbingurin Rúni [...] skemtarin Niels Petur Nolsøe, NePtuN, fer eisini at undirhalda við onkrari skemtisøgu á ferðini. Dansur Tá komið verður á Krambatanga, er samband við bussi til Vágs, har dansur verður í VB Húsinum. Har leggur
Nielsen verður at finna á teirra lista til fólkatingsvalið, og hóast tað enn er ov tíðliga at tosa um løgtingsval er tað ógvuliga nærliggjandi at hugsa, at hann somuleiðis verður at finna á tí listanum. Javnaður [...] Sambandið hevur fleiri nýggj nøvn á listanum, og eitt hitt mest spennandi er kanska Ingvør Nolsøe. Men eisini borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, er eitt nýtt navn á listanum. Úr javnaðarflokkinum [...] almennum nøvnum. Tjólveldi fer á eykaflokstingi í kvøld endaliga at góðkenna fullfíggjaða listan, men fleiri nøvn hava longu verið almannakunngjørd. Sjúrður Skaale hevur verið á listanum áður við góðum úrsliti
gekk í framhaldsskúla og arbeiddi á einum garði. Annars sigldi hann í nógv ár. Hann giftist við Marjun, f. Jacobsen, úr Havn. Tey búðu í Havn til 1967, tá tey fluttu inn á Skálafjørðin og búsettust í Saltangará [...] Ísansgarði á Sandi. Hini systkini eru: Øssur, sum býr í Havn, Karolina, sum búði á Sandi (deyð í apríl 2006), Astrid, sum býr í Runavík, Bodil, sum býr í Skálavík, Torfinn, sum býr í Skibby á Norðursælandi [...] Svanhild, sum býr á Argjum, og Nancy, sum býr í Hoyvík. Børnini eru: Heidi, sum býr í Havn, Jákup Andrias, sum býr á Toftum, Anja og Levi, sum búgva í Saltangará, Charlotta, sum býr á Nesi, og Maria, sum
ikki hava nakra lóg á vistfrøðiliga økinum her í Føroyum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, handaði virðislønirnar, og hóast hann ásannaði, at vit í hesum høpi eru komin haltandi aftan á grannum okkara, so [...] kendu, og sum ikki lótu sær stýra. - Og eins og Rousseau á sinni fóru vit nú eisini at tosa um, at vit máttu venda aftur til náttúruna og lata hana á einum vistfrøðiligum grundarlagi stýra sær sjálvum. L [...] Hann vísti í hesum sambandi á avtaluna um sjálvberandi Norðurlond, sum Anfinn Kallsberg saman við starvsbrøðrum sínum í Norðurlondum undirskrivaði í 1998 Eisini vísti hann á, at brúkarin í alt størri mun
heldur Jóhan Dahl. Hann vísti eisini á, at oyggjar sum Kalsoyggin verður ein, sum helst fer at klára seg væl, meðan Skúvoy, Svínoy og Fugloy helst fara at hava trupulleikar. Somuleiðis vísti hann á, at [...] Tað var kalt á Trøllanesi. Rættiliga kalt, og tað bleiv ikki heitari, tá Jóhan Dahl segði, at tað uttan iva verða nakrar oyggjar, sum fara at doyggja. Fundurin varð hildin í einum lastbili. Fitt av vindi [...] eisini at bera til, segði Bjørt Samuelsen. Ongin vón í Skúvoy Soley Thomsen vísti á, at tey í Skúvoy hava lítið álit á politisku skipanina eftir hondini. – Vit skuldu fáa eina kai, men hana fáa vit ikki