André Hentze 70 ár

Í dag, hósdagin 14. desember 2006, fyllir André Hentze í Saltangárá 70 ár.

André er sandingur, ættaður úr Ísansgarði á Sandi. Barnaheimið hjá honum er gistingarhúsið, sum vit kenna í dag. Tað var abbi hansara, Johan, sum bygdi húsini.
 
Sum ungur var André eitt ár í Norra, har hann gekk í framhaldsskúla og arbeiddi á einum garði. Annars sigldi hann í nógv ár.
 
Hann giftist við Marjun, f. Jacobsen, úr Havn. Tey búðu í Havn til 1967, tá tey fluttu inn á Skálafjørðin og búsettust í Saltangará.
Hóast hvørgin teirra er uppvaksin har, hava tey trivist sera væl við Skálafjørðin.
 
André arbeiddi í næstan 30 ár sum arbeiðsformaður hjá Runavíkar kommunu. Hann gavst, eftir at hann hevði fylt 67 ár. Kommunan vildi hava hann at halda fram nøkur ár afturat, men hann hevði tá tikið avgerð um at gevast.
 
Ístaðin fór hann at bora og spreingja saman við soninum, Jákupi Andreas, sum hevði sína egnu entreprenørfyritøku.
 
Á móttøku hjá Runavíkar kommunu, í sambandi við at André gavst, vóru tað fleiri sum hildu røðu. Har kom m.a. fram at tað kravdi nógv av einum manni at vera arbeiðsformaður í eini so stórari og umfatandi kommunu við so nógvum bygdum - at fáa alt at ganga upp. Eisini varð sagt at André altíð hevði verið sera loyalur móti sínum arbeiðsplássi.
 
André er elst av teimum átta børnunum hjá Charlottu, f. Sørensen, av Krákusteini í Havn, og Mads Winther Hentze úr Ísansgarði á Sandi.
Hini systkini eru: Øssur, sum býr í Havn, Karolina, sum búði á Sandi (deyð í apríl 2006), Astrid, sum býr í Runavík, Bodil, sum býr í  Skálavík, Torfinn, sum býr í Skibby á Norðursælandi, Svanhild, sum býr á Argjum, og Nancy, sum býr í Hoyvík.
 
Børnini eru: Heidi, sum býr í Havn, Jákup Andrias, sum býr á Toftum, Anja og Levi, sum búgva í Saltangará, Charlotta, sum býr á Nesi, og Maria, sum býr í Saltangará. Abbabørnini eru 10 í tali.
 
André er glaður fyri náttúruna og hevur altíð dámt væl at hava børn og abbabørn við sær túrar og at fiska við teimum. Hann er familjukærur og hevur stóra umsorgan fyri familjuni. Bæði hann og Marjun eru trúføst í brøðrasamkomuni Berøa í Saltangará. Tey hava stóran áhuga fyri urtagarðarbeiði, sum tey ganga høgt uppí.