Konsertfelagið og Norðurlandahúsið skipa í kvøld og leygardagin fyri tveimum sera áhugaverdum tiltøkum við tónleiki og listaverkum Tiltakið, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 20 og í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 15.30, er rættiliga serstakt og forkunnugt.
Saman við úrmælingum á tónlistaliga økinum, hevur listamaðurin í Fuglafirði, Frits Johannesen, málað átta stórar oljumálningar, sum verða sýndir fram saman við tónleikinum.
Hugskotið um at sameina tónleik og list birtist, tá Frits Johannesen og klaverleikarin, Jóhannes Andreasen, ein dagin fyri nøkrum árum síðan komu í prát um gitnu ?kvartettina til tíðarinnar enda?, sum franska tónaskaldið, Oliver Messiaen, skrivaði í týskari fangalegu undir seinna heimsbardaga.
Hetta er eitt av høvuðsverkunum innan klassiskan tónleik í 20. øld.
Tónleikurin er fyri violin, klarinett, sello og klaver, og tað verða framúr dugnaligir tónleikarar, ið fara at framføra.
Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinett-leikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn, pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Øssur Bæk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í føroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi.
Forvitnisliga og forkunnuga tiltakið í Mentanarhúsinum og í Norðurlandahúsinum varar í umleið ein tíma.
Atgongumerkini kosta 100 kr. í Mentanarhúsinum og 150 kr. í Norðurlandahúsinum.
Øll eru vælkomin, og næmingar hava ókeypis atgongd.