Vistfrøði
Um døgurðaleitið hósdagin vórðu fyrstu vistfrøðiligu góðkenningarnar í Føroyum handaðar. Vistfrøðiligu góðkenningarnar verða latnar í samstarvi við Váttanarstovuna Tún í Íslandi. Hetta tí vit enn ikki hava nakra lóg á vistfrøðiliga økinum her í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, handaði virðislønirnar, og hóast hann ásannaði, at vit í hesum høpi eru komin haltandi aftan á grannum okkara, so fegnaðist hann um, at føroyingar her høvdu brotið upp úr nýggjum.
- Vit vildu hava jørðina og fenaðin at geva meira og skjótari av sær. Intensivi landbúnaðurin, tøkniliga menningin og tráanin eftir skjótum og stórum vinningi stýrdi alt meira, til vit sóu, at vit høvdu bjóðað kreftum av, sum vit ikki til fulnar kendu, og sum ikki lótu sær stýra.
- Og eins og Rousseau á sinni fóru vit nú eisini at tosa um, at vit máttu venda aftur til náttúruna og lata hana á einum vistfrøðiligum grundarlagi stýra sær sjálvum. Loysunnarorðini í dag eru umframt reint umhvørvi, at vit fara um náttúruna burðradygt, og at vit virða hennara evni til endurnýggjan og til at vera sjálvberandi, segði Jóannes Eidesgaard millum annað.
Hann vísti í hesum sambandi á avtaluna um sjálvberandi Norðurlond, sum Anfinn Kallsberg saman við starvsbrøðrum sínum í Norðurlondum undirskrivaði í 1998
Eisini vísti hann á, at brúkarin í alt størri mun eftirspyr vistfrøðiliga framleiddum matvørum, og hann legði eisini dent á týdningin, sum tað kann hava fyri Føroyar, at vit kunnu kappast um dygdir sum feskleika og góðsku, tá tað er sera sjáldan, at vit hava møguleika at kappast í veruligari hópframleiðslu.
Og so skuldu virðislønirnar handast.
Og fyrstu móttakararnir vóru tveir í tali.
Bjørn og Lükka Patursson hava, síðani tey festu í Koltri, lagt stóran dent á vistfrøðiliga framleiðslu, og sum viðurkenning fyri hetta fingu tey góðkenning av øllum teirra jarðarbrúksvirksemi. Herundir neyta- og seyðhald, eins og bæði gæs og grønmeti úr Koltri nú kann fái spjaldrið, vistfrøðilig framleiðsla.
Martin og Borghild á Fløghamri hava seinastu tíðina rikið bóndagarð í Oyndarfirði. Tey er farin undir vistfrøðiliga tillaging av lendinum, sum hoyrir til garðin, og soleiðis kunnu seyðir og gæs av teirra garði eisini fáa sama spjaldur, sum tey nú hava í Koltri.
Umframt løgmann og góðkenningarstovnin, Tún, vóru umboð fyri stóru handlarnar í Føroyum á staðnum, eins og Heilsufrøðiliga Starvsstovan, MBM og brúkarasamtakið.