Summar oyggjar doyggja

Á pallborðsfundi á Trøllanesi leygardagin varð Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, spurdur, hvussu hann sær útoyggjarnar um 10 ár. – Eg komi ikki við deyðadóminum, men tað er fakta, at nakrar oyggjar ikki fara at klára seg, meðan aðrar fara at klára seg betri, segði hann

Tað var kalt á Trøllanesi. Rættiliga kalt, og tað bleiv ikki heitari, tá Jóhan Dahl segði, at tað uttan iva verða nakrar oyggjar, sum fara at doyggja.

Fundurin varð hildin í einum lastbili. Fitt av vindi var, so pappírini hjá pallborðinum fóru heilar tvær ferðir á flog. Men fundurin varð gjøgnumførdur óansæð. Í pallborðinum sótu Maiken Steinberg frá Norðoya kunningarstovu, Sóley Thomsen úr Skúvoy, sum umboðaði tey ungu í útoyggj, Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur. Hinumegin sótu Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Bjørt Samuelsen, tingkvinna, sum skuldu koma við dóminum, hvar útoyggjarnar eru um 10 ár, umframt at vinna sær vitan um útoyggjar. Tað var Rani Nolsøe, sum leiddi fundin.


Summar doyggja

Tá umboðini fyri útoyggjarnar, samfelagsfrøðingurin og Norðoya kunningarstova vóru komin við sínum útkastum, komu politikararnir við dóminum.

– Eg komi ikki við deyðadóminum, men tað er fakta, at nakrar oyggjar ikki fara at klára seg, meðan aðrar fara at klára seg betri, heldur Jóhan Dahl. Hann vísti eisini á, at oyggjar sum Kalsoyggin verður ein, sum helst fer at klára seg væl, meðan Skúvoy, Svínoy og Fugloy helst fara at hava trupulleikar. Somuleiðis vísti hann á, at politiskur vilji skal til, um ætlanin er, at fólk skulu búgva í útoyggjum, og hesum viljanum ivaðist hann í.

Bjørt Samuelsen vildi ikki vera eins neilig og landsstýrismaðurin við vinnumálum. Hóast hon eisini metir, at tað verður trupult, so dugir hon væl at ímynda sær, at summar av oyggjunum fara at klára seg rættiliga væl.

– Tað er eitt rák, at fólk vilja hava virðini, sum eru í útoyggj, og vit síggja bæði í Koltri og í Dímun, at ungfólk hava sett sær búgv har. Tí dugi eg at ímynda mær, at oyggjarnar, har ein vilji er at búgva, har fer eisini at bera til, segði Bjørt Samuelsen.


Ongin vón í Skúvoy

Soley Thomsen vísti á, at tey í Skúvoy hava lítið álit á politisku skipanina eftir hondini.

– Vit skuldu fáa eina kai, men hana fáa vit ikki. Vit skuldu fáa ein bát, men hann fáa vit ikki. Í løtuni er eitt barn í skúlanum, men eftir summarfrítíðina verður onki, staðfesti Sóley Thomsen.

Hon vísti eisini á, at fyri 10 árum síðan, tá útoyggjarnar seinast vóru umtalaðar í politisku skipanini, var tað ikki soleiðis í Skúvoy.

– Tað var eitt optimisma í oynni. Vit vóru nøkur ung, men nú eru ongi, staðfesti hon. Hon greiddi somuleiðis frá, at ein familja var flutt út einaferð, men av tí at eitt barn í familjuni hevði serligan tørv, so vórðu tey noydd at flyta av oynni.

Eisini Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, vísti á, hvussu trupult tað er í oynni.

– Tað er ikki betri at sigla til Nólsoyar enn til Skúvoyar, men í Nólsoy er havn og skip, og tí ber alt betri til har, hóast tað eisini spælir inn, at Nólsoyggin liggur betri fyri, segði hann.


Samferðslan fyrst

Øll á fundinum vóru á einum máli um, at fyrsta treytin fyri at útoyggjar skulu klára seg betri, er at betri samband verður millum oyggjarnar.

– Tað er uttan iva betri ferðasamband, sum kann gera, at fólk vilja búgva á útoyggj. Tí fólk mugu eisini hava samband við hini í Føroyum. Og doyggja útoyggjarnar, so merkir tað ikki, at útjaðarin er burtur. Tað merkir bara, at hann er fluttur eitt sindur longur inn. Allar Føroyar eru ein útjaðari, so einasti hátturin er at nýta eitt sindur av peningi til útoyggjarnar, segði Maiken Steinberg.

Øll tóku undir við hesum, og Harry Jensen vísti á, at til dømis í Hesti er púra galið, tí hóast tey hava gott skip og góða havn, so er ferðaætlanin hjá teimum óbrúkilig á mangan hátt.

Øll sýntust somuleiðis samd um, at tær oyggjarnar, sum hava fingið rímiligt samband við hinar oyggjarnar, hava nógv betri møguleika at klára seg.


Útoyggjafrádráttur

Eitt annað uppskot varð eisini luftað á fundinum.

– Politikararnir kunnu gera eitt slag av skipan, sum virkar eitt sindur sum sjómannafrádrátturin til fólk á útoyggj. Vit síggja nevniliga, at skattaprosentið er hækkað nógv í oyggjunum, sum eru farnar upp í stórar kommunur, og haðani eru fólk flutt burtur. Hinvegin síggja vit, at er rímiligt samband og lágt skattaprosent, so støðast fólk betri, segði Sámal Matras Kristiansen. Jóhan Dahl segði seg vera hugaðan at arbeiða við hugskotinum.


Stuðul til ferðavinnu

Maiken Steinberg vísti á, at hevði fiskivinnan ikki fingið stuðul at byggja seg upp, so hevði ongin fiskivinna verið, og vit høvdu næstan framvegis verið bøndur. Tí er hon sannførd um, at fær ferðavinnan møguleika at byggja seg upp, so er hon gull verd.


Kassi

Olga Biskupstø, samskipari í útoyggjafelagnum, heldur lítið um útsagnirnar hjá Jóhan Dahl, um at nakrar oyggjar fara at doyggja út.

– Tað kann vera, at Jóhan Dahl hevur rætt í sínum útsagnum, men hann er settur at umboða allar Føroyar, og tá hann úttalar seg soleiðis, so sendir tað eitt signal, sum kann hava við sær at fólkini í oyggjunum fara at gevast at kempa.

– So leingi tað eru fólk í útoyggj, sum veruliga royna at liva har, so kann tað ikki bera til, at landsstýrismaðurin ikki bakkar upp um hesi tingini, sigur Olga Biskupstø.

Hon leggur afturat, at tað ber ikki til at hava ein holdning at taka lívið av oyggjunum upp á forhond.