Teir 28 leikararnir skulu møta til venjing, sum verður á Tórsvølli. Venjarin skal bara hava 18 leikarar við á ferðini, og tí skulu tíggju sáldast frá.
Venjarin sigur, at fyrireikingarnar hava verið nógv darvaðar av verkfallinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum. Ætlanin var at hava fleiri úttøkuvenjingar tá, sum tó vórðu avlýstar. Eisini hevur verkfallið við sær, at nógvir útsettir dystir skulu spælast nú, og tí eru leikararnir nógv upptiknir við dystum í feløgunum.
U-17 landsliðið skal til Svøríkis tann 28. juli. Føroyska liðið er í bólki við Englandi, Svørík og Noregi. Í hinum bólkinum eru Finnland, Danmark, Ísland og Slovakia.
Leikararnir eru hesir: Gunnar Nielsen, Svenn Dam Jacobsen, Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen, Jónas Þór Næs, Jóhan E.R. Mouritsen, Tróndur Kragesteen, HB. Jústinus H. Hansen, NSÍ. Poul N. Poulsen, Hartman Hansen, Niklas Joensen, VB. Ovi Magnussen, Jóhan Petur Poulsen, B68. Sverri Jacobsen, Símun Louis Jacobsen, GÍ. Julian Samuelsen, Allan Tungá, Urbanus Olsen, Steffan Kalsø, KÍ. Bogi Hermansen, B36. Heini Kristiansen, Teitur Reinert Olsen, Borgar Kristiansen, Skála. Ragnar Mortensen, Búgvi Jógvansson, TB. Fritleif í Lambanum, ÍF. Andreas Lava Olsen, LÍF. Mikkjal T. Hentze, B71. Bill McLeod Jacobsen úr Klaksvík er venjari, og Pætur Clementsen úr Havn er hjálparvenjari.