Javni tey upp til viðgerar. Minst 50 fermetrar til hvønn Tá » vanlig« fólk gera upp hvussu tey búgva, so er greitt at vit vilja hava rúm, har vit kunnu vera fyri okkum sjálvi og hetta krav heldur Javni [...] bústaður eitt heim. Hvørjar treytir seta vit sjálvi áðrenn vit kalla bústað okkara fyri eitt heim. Hesin spurningur er eisini galdandi fyri menningartarna, men tey hava ikki so lætt við at koma fram við teirra [...] Nólsoy frá Musikkskúlanum. Veitslan endaði um midnáttina og Anna Elisabeth Strøm sigur, at tá fóru fólk væl nøgd til hús.
í samband við deyðan. Vit eru nú blivin trý ár eldri, síðani vit mistu teg góða mamma. Tú hevði verið glað, um tú sást hvussu nógv vit eru vaksin. Ronni var jú bert tvey ár, tá vit mistu teg. Hann tosar [...] ikki gloymd, vit hava altíð havt tey so kæra, men tú hevur heldur ikki havt tað lættast tey seinastu árini. Og tykkum fáu, ið vita hvør tit eru, men eingin nevndur, sum hava rætt eina hond, tá biði hevur [...] r tvíburðar, sum hava fylgst í øllum, bæði dag og nátt. Eg sakni ljóðið frá seymimaskinunum, sum hava seymað okkum tey fínastu klæðini, og hvørt ljóð altíð bar boð um at mamma við hús, nú gráti eg aftur
lagi eitt lið, sum fer at hava fult stigatal. Spiltu seg burtur Vit skrivaðu í blaðnum í fyrradagin, at sjáldan er eitt heimalið sæð glaðari fyri ein javnleik, enn ÍF var, tá FM vinnararnir úr B36 vóru [...] Tað gongur gott hjá skálamonnum. Teir hava spælt fýra dystir, og teir hava vunnið hvørja ferð. Halda teir fram við hetta lag, so verður tað ikki so leingi, til roykurin av uppflyting fer at breiða seg [...] FSVágar hevur ikki møguleika at flyta upp, og tað hava GÍ og B36, sum eru á ávikavíst fjórða og fimta plássi, heldur ikki. So tað sær gott út hjá Skála, men vit eiga at leggja afturat, at skráin er so undarliga
Konan og eg hava tað sera gott her vit búgva í Gøteborg, men onkuntíð seta vit okkum niður og spyrja: »Hví fóru vit?«. ? Tí, fyri tað fyrsta so eru 21 ár ikki 21 dagar. Tað setir síni spor. Vit vóru komin [...] manningina um? ? Vit tosa um alt møguligt. Nú er tað einaferð so, at vit fara ikki umborð á skipini fyri at prædika fyri manningini. Vit fara umborð fyri at tosa við manningina. Teir hava gott av at tosa [...] roknað við, at tað vóru fleiri føroyingar, men vit hava funnið fram til, at her eru einir 30 føroyingar og í løtuni eru vit í holt við at fáa samband við tey. ? Vit arbeiða í løtuni við at stovna eitt føroyingafelag
veita øðrum, sum hava veitt felagnum og limunum virðismiklar tænastur, sømd. Tað er hetta, sum vit gjørdu hvítusunnudag. Hetta er ikki fyrsta ferðin, vit hava havt eina sovorna løtu. Vit hava skipað fyri hesum [...] t.d. væl, tá vit arbeiddu við ráfiskaprísnevndini. Tá var Petur Mohr Dam, sáli, løgmaður, og eg minnist, hvussu væl teir í Tinganesi lurtaðu eftir okkum, og hvussu væl tað kom í lag, tá vit vóru á fundi [...] ferðin var í 1983. Vit halda, at tað hevur verið ov langt ímillum hesar báðar ferðirnar, men umstøðurnar hava verið soleiðis, at tað hevur ikki borið til. Nú eydnaðist tað aftur, og tað eru vit fegnir um. Tað
kvøldsetum og sjónleiki. Tær hava stóran, fjølbroyttan handil. Tær eiga tvey hús. Og tær savnað hundraðtúsundtals krónur inn til ymisk vælgerðandi endamál. Tað er konufólkið í Vági, vit tosa um. Fáa staðni í [...] virkseminum góvust tey við Men Matmøðrafelagið eigur nú kortini tvey hús í Vági. Í øðrum hava tær heimavirki og annað virksemið. Í hinum húsinum hava og reka tey m.a. dagtilhald til pensionistar. Har ber til hjá [...] av tí, at ongin veruligur bókahandil er í Suðuroy hava tey eisini fingið sær bøkur at selja og hava nú mestsum allar, føroyskar bøkur á hylluni. Tey hava eisini eitt sindur av pappírsvørum. Og skuldi nakar
teimum báðum raktu góðan betring. ? Hetta er tíbetur fyrstu ferð at vit hava havt eitt ferðsluóhapp av slíkum slag og her á Tvøroyri hava vit sløkt gøtuljósini um næturnar nú í seks ár. Vanligt er at ljósini [...] ferðsluóhapp á Tvøroyri. Trý fólk vóru á veg til hús tá tvey teirra vóru yvirkoyrd beint omanfyri krambúðina hjá N. J. Mortensen. Sýnið var vánaligt tá óhappi hendi - regn og vindur var - og ikki bøtti [...] óhapp, sum vit vita um, og eftir tí eg havi frætt var talan um eitt samanfall av keðiligum umstøðum, so sum ringt sýnið, regn og vindur, umframt tey sløktu gøtuljósini. Aðrar kommunur hava brúkt tann mátan
ikki komin burturúr kreppuni. Tí enn er skuldin stór. Táið vit skyldaðu mest, í 1993, skyldaðu vit næstan 100 milliónir. Síðani hava vit stríðst fyri at fáa skuldina niður, og við árslok í ár er hon [...] flutning við sær, og tað merkist munandi hjá teimum, sum hava lastbil. Men hetta smittar eisini handilslívið og tænastuvinnuna í kommununi, sum eisini hava ment seg munandi. Í Runavík er eitt blomstrandi [...] nógv ár vórðu ikki eini einastu hús bygd í Runavík. Men eisini tað er nógv broytt. Nú er byggivinnan raknað við aftur. Og hetta seinasta hálvtannað árið eru 13 nýggj hús sett í gerð. Jákup Lamhauge sigur
Harumframt hava vit tveir bólkar, sum vanliga plaga at spæla og syngja til ungdómsmøtini í Berøa. Tilsaman eru tey eini 15 fólk. - Tað krevur rættiliga nógv fyri at fáa alt virka sum tað skal, tá ið tað er [...] er úti. Men vit vóna at fáa at koyra. Men tað verður kortini ikki bara tónleikur og sangur á útifundinum. Poul Johan Djurhuus fer at hava eitt orð. Eftir útifundin er opið hús í Berøa. Teir báðir bólkarnir [...] - Vit hava lagt upp til at tað skal vera rættiliga nógvur tónleikur á útifundinum, sigur Niels Jacob Nielsen, ið er ein av fyrireikarunum av útifundinum. ? Bólkurin Face to Face var millum annað við á
støði, sum gestir gjarna vilja hava í dag. Tað eru bara nøkur fá kømur, sum hava brúsu inni á kamarinum, og tað heldur ikki til standardin í dag. - Eg haldi at eitt tað fyrsta vit eiga at fara í gongd við er [...] er at broyta rúmini, so vit fáa wc og brúsu inn á hvørt kamar. Vit fáa kanska nøkur færri seingjarpláss, men betri tilboð til gestirnar er meir tiltrongt. - Samstundis sum vit liva av útlendingunum í [...] byrjaði í hesum starvinum. Tá kom ein bólkur uppá 48 fólk. Tað ráddi bara um at fáa sum frægast burturúr. Ikki minst at finna sengur til øll - og tað er ikki altíð so einfalt, tá ið bara 45 seingjarpláss