Borðini standa í trimum røðum. Tallerkarnir eru settir á eitt hóskandi stað frammanfyri hvønn stól. Hann finnur eisini kopparnar og undirskálirnar og fer at seta teir við síðuna av tallerkunum.
- Eg royni at taka eina hond í, tá ið eg havi møguleika fyri tí.
Við uppbrotnum ermum og nøkrum fáum sveittadropum á pannuni gongur hann frá einum stóli til tann næsta, meðan hann greiðir frá sínum ætlanum í hesum nýggja starvinum.
Áður var tað øvugt. Tá var tað hann sum í slipsi og klædningi kom til fínt, uppdekkað borð og kundi njóta tann góða matin, sum varð borðreiddur fyri honum.
Slipsið hevur hann kortini enn hangandi um hálsin, og tað eitt sindur skálkaliga smílið myndar varrar og andlit hansara.
Hann hevur betri tíð at fyrireika móttøkuna av gestum hesuferð. 28 eru teir í tali og tosa danskt. Øðrvísi var 21. mai, dagin eftir at hann byrjaði í hesum starvinum. Tá kom ein bólkur uppá 48 fólk. Tað ráddi bara um at fáa sum frægast burturúr. Ikki minst at finna sengur til øll - og tað er ikki altíð so einfalt, tá ið bara 45 seingjarpláss eru á heiminum.
Avloysari, valstríð og familia
Ein kann roknað við nógvum ymikum, tá ið ein er fyristøðumaður á einum sjómansheimi. Nakað tað sama er kanska eisini galdandi í Tinganesi - tó á ein heilt øðrvísi hátt.
Nýggi fyristøðumaðurin á Runavíkar sjómansheimi eitur Sámal Petur í Grund. 39 ára gamli sølfirðingurin tekur yvir í hesum starvinum eftir Mariu og Hans Paula Højgaard.
Maðurin gjørdis landskendur, tá ið hann fyri fýra árum síðani heilt óroyndur í politikki varð valdur í Føroya Landsstýri umboðandi Sjálvsstýrisflokkin. At hann eisini var Føroya fyrsti landsstýrismaður, sum var koyrdur úr starvi eftir nýggju stýrisskipanarlógini, gjørdi hann ikki minni kendan.
Síðani hann fór úr landsstýrinum, hevur hann kortini ikki ligið á politiskari latisíðu. Hann hevur verið virkin í valstríðnum bæði til fólkatingsvalið - har hann ikki minst fekk nógvar tunnulsatkvøður - og til løgtingsvalið - har hann fekk flestar persónligar atkvøður í Eysturoynni.
Men tíðina hevur hann eisini nýtt á annan hátt. Átta vikur hevur hann loyst av á Tórshavnar sjómansheimi, umframt at hann hevur fingið meira tíð við hús saman við konuni og teirra seks børnum.
Uppfrískan
Fyristøðumaðurin er liðugur at dekka borð. ?Sovjettarnar? letur hann tænastugenturnar leggja saman og seta á tallerkarnar. Í lummanum finnur hann eina sigarett og festir sær í. Hann setir seg niður á stólin og andar tungliga út.
- Eg havi altíð verið sera góður við sjómansheimið. Sum smádrongur og ungur var eg sera nógv her. Tað komst óivað av at mamma mín arbeiddi her í eini 10 ár. Eg havi eisini fylgt við, hvat hevur verið gjørt her gjøgnum árini.
Men Sámal Petur hevur eisini fingið við, hvat ikki hevur verið gjørt við Runavíkar Sjómansheim í 28 ára søguni hjá heiminum. Og tað hevur hann longu gjørt nakað við. Grøni liturin inni í matstovuni er skiftur út við ein vakran gulligan lit og tær eyðkendu reyðu gardinurnar verða eisini skiftar út.
- Tað trongdi til eina broyting nú. Tað má frískast upp.
Eisini í hesum føri brey breyt Sámal Petur upp ermar, fann pensil og málaði alt sjálvur. Innnari parturin av matstovuni er tó eftir at gera, men hann verður gjørdur aftaná Skálafjarðastevnuna, tá ið løtur eru til tað.
- Hetta er ein liður í marknaðarføringini. Betri nøgdir kundar - og her hugsa vit serliga um teir kundarnar sum koma inn at eta - smittar gjarna yvir til aðrar.
Nýmótans kømur og kaffistovu
Men eisini teir kundar, sum ynskja at gista á sjómansheiminum, skulu fáa tað betri, stendur tað til Sámal Petur.
- Summarhálvárið heldur fyri ein stóran part lív í sjómansheiminum, og tí vilja vit gera so nógv sum til ber fyri at gestirnir skulu hava tað gott og trívast.
- Sjómansheimið er einasta gistingarhús á Skálafjørðinum. Men øll kømrini eru ikki á tí støði, sum gestir gjarna vilja hava í dag. Tað eru bara nøkur fá kømur, sum hava brúsu inni á kamarinum, og tað heldur ikki til standardin í dag.
- Eg haldi at eitt tað fyrsta vit eiga at fara í gongd við er at broyta rúmini, so vit fáa wc og brúsu inn á hvørt kamar. Vit fáa kanska nøkur færri seingjarpláss, men betri tilboð til gestirnar er meir tiltrongt.
- Samstundis sum vit liva av útlendingunum í summarhálvárinum, so er tað køkurin sum heldur lív í heiminum. Tað eru nógvir føroyingar sum koma inn at keypa sær ein bita. Hetta tænastustøði skulu vit halda viðlíka og um møguligt eisini betra tað.
Eisini her hevur Sámal Petur ætlanir. Hann heldur, tað skuldi verið møguligt við eini kaffistovu í kjallaranum. Henda kundi verið at líkna við hana, sum er í Tórshavnar Sjómansheimi, men tað má lagast til umstøðurnar og møguleikarnar, sum eru í økinum.
Mekanikari og ?guide?
Sámal Petur sleppur ikki at sita leingi við sigarettini í munninum. Ein av kokkunum kemur og biðjur um hjálp, tí tey ikki fáa skrúa gassið niður í køkinum. Eftir lítlari løtu er hann aftur og sigur stoltur:
- Útbúgvingin kemur mær til góðar. Eg eri lærdur elektronikkmekanikari og klári tí at gera tað mest vanliga sum skal gerast á heiminum.
- Tað er kortini ikki soleiðis at fyristøðumaðurin skal gera alt tað praktiska á heiminuum. Tað eru sera nógv fólk sum eru góð við heimið, og sum eisini vilja hjálpa tá ið okkurt smávegis er at gera. Men um stórarbeiði skal gerast, verður sjálvandi sent boð eftir handverkarum.
Tað er eisini á einum triðja øki at Sámal Petur ætlar at leggja sínar kreftir í.
- Eg haldi, vit skuldu fingið betri samarbeiði millum sjómansheimini í Føroyum. Samarbeiðið hevur verið skiftandi. Eitt nú kundu vit lagt meir eftir at skipa fyri pakkaferðum.
Eisini á hesum øki hevur Sámal Petur royndir. Okkurt av sumrunum, meðan hann búði niðri, var hann ferðaleiðari við donskum bólkum í Føroyum. Men eisini her heima hevur hann virkað sum ?guide? hjá ferðabólkum.
- Tað er ikki beinleiðis mín uppgáva at vera ?guide?, men um ein bólkur t.d. fyllir alt sjómansheimið í nakrar dagar, so kundi borið til hjá mær at gjørt onkrar dagstúrar við teimum. Tað koma kortini ikki aðrir liggjandi gestir teir dagarnar.
Gestirnir skulu kenna seg væl
Arbeiði á sjómansheimi er heldur ikki ókent fyri Sámal Petur. Fyrst í nítiárunum loysti hann ofta av á Tórshavnar Sjómansheimi, og meðan hann var í Danmark arbeiddi hann eisini eitt tíðarskeið á sjómansheiminum í Nexø og í føroysku sjómansstovuni á sama staði.
- Kortini er tað Runavíkar sjómansheim, ið eg kenni best. Tí havi eg fylgt heilt frá byrjanini.
Hóast tíðirnar eru broyttar, og heimið treingir at frískast upp, so má grundarlagið við sjómansheiminum enn vera hitt sama, heldur Sámal Petur.
- Øll sjómansheimini eru bygd uppá eitt kristið grundarlag. Teir gomlu vildu, at hetta eisini skuldi sermerkja heimið, og eg haldi tað er rætt, at vit byggja víðari á tað grundarlagið og tey virðini, sum løgd eru.
- Her á heiminum hevur andakt verið hildin hvørt týskvøld, har ungdómar úr Eysturoynni samlast. Viðhvørt hava heilt uppí 80 verið, men sjáldan niðanfyri 20. Ungdómurin skipar sjálvur fyri, meðan vit hava kaffi og okkurt at bjóða afturvið.
Umframt andaktirnar savnast eisini sjómanskvinnuringurin og Aglow regluliga á sjómansheiminum. Harafturat verður heimið nýtt til ymisk andalig tiltøk aðrar tíðir á árinum.
- Gestirnir sum koma inn á heimið skulu kenna seg væl. Tað er høvuðsendamálið. Um onkur vil tosa um andalig viðurskifti eisini, eru tey vælkomin til tað.
Eisini á hesum øki hevur Sámal Petur royndir. Bæði sum trúboðari í Danmark og í Føroyum.
- Frá tí starvinum lærdi eg serliga at koma í samband við fólk og at samskifta. Tey sum koma inn á sjómansheimið skulu eisini kenna at tað er onkur sum vil tosa við tey.
Ikki sjálvstýris-politikkur
Hóast arbeiði sum fyristøðumaður á sjómansheiminum krevur nógv, so metir Sámal Petur ikki, at tað skal ganga útyvir løgtingsarbeiðið.
- Eg eri bara settur í hetta starvið í tríggjar mánaðir, og so verður søkt eftir nýggjum fyristøðumanni. Tað fyrsta eg má finna út av er um tað ber til at kombinera hetta arbeiðið við løgtingsrbeiðið.
- Og sum nú er síggi eg tað ikki sum trupult at røkja bæði størvini. Á sjómansheiminum er jú mest at gera um summarið, meðan løgtingsarbeiðið krevur mest vetrarhálvárið. Harafturat hava fleiri av starvsfólkunum á sjómansheiminum nógvar royndir, og klára tí at taka nógvar uppgávur á seg.
- So tað kann gott vera at eg søki hetta arbeiðið sum fyristøðumaður, tá ið tað verður lýst leyst.
Sjálvt um Sámal Petur nú er valdur til formann í Sjálvsstýrisflokkinum, og harvið fær meira at gera politiskt, metir hann tað ikki fara at ganga útyvir arbeiðið á sjómansheiminum.
- Heldur ikki verður tað sjálvsstýrispolitikkur sum verður førdur á sjómansheiminum. Eg haldi, eg havi dugað væl at skilja politikk frá trúgv og eisini politikk og dagligt arbeiði. Tað vil eg eisini gera í framtíðini.
Eitt valskeið
er nóg mikið
Tíðin í landsstýrinum var strævin, sigur Sámal Petur. Hann boðaði hinum í flokkinum frá, at hann ikki fór aftur í nývalda Landsstýrið. Hetta hevði kortini einki við ósemju at gera.
- Arbeiðsbyrðan sum landsstýrismaður er ótrúliga krevjandi. Eg haldi tað er nóg mikið við einum valskeiði í senn. Átta ár samanhangandi (um tey gerast so nógv) má vera ótrúliga strævið. Sjálvur var eg ikki mentalt hvíldur, sjálvt um eg í nakrar mánaðir ikki hevði verið í Landsstýrinum. Samstundis helt eg, at eisini onnur í flokkinum skuldu sleppa framat.
Í hevum valskeiðnum fær Sámal Petur fyri fyrstu ferð roynt løgtingsarbeiðið, men tað merkir kortini ikki, at arbeiðið sum landsstýrismaður er søga, sigur Sámal Petur.
Róði við Eysturoyingi
Nú hevur Sámal Petur onnur ting at hugsa um. Til Skálafjarðastevnuna ynskir hann at fáa so nógvar gestir inn á sjómansheimið sum møguligt. Fyrireikingarnar eru longu komnar væl áleiðis.
Kappróðurin ætlar hann at hyggja eftir, men at rógva sjálvur, ja, tann tíðin er farin, sigur hann.
- Eg havi einaferð róð. Tað var á Jóansøku við Eysturoyingi. Vit endaðu 18 bátslongdir aftanfyri næstaftasta bátin. Eg fann skjótt útav, at kapprógving skuldi eg ikki gera meir við.
Gestur ella tænari?
Borðið er dekkað, og teir fyrstu gestirnir eru komnir. Fyristøðumaðurin á Sjómansheiminum hevur rættað uppá slipsið, og smílandi vísir hann gestunum innar.
Tá ið øll eru setst, manglar knappliga tallerkar og koppur til ein persón. Sámal Petur leypur inn í køkin og fær tænstugenturnar at dekka til tann síðsta.
Kanska var tað betri at vera gestur við eitt uppdekkað borð?









