Jú, hetta seinasta hálvttriðja árið hevur tað bara verið gott...
Í Runavík eru tey av álvara farin at reisa seg aftur eftir at hava treiskast í einum dúpum aldudali í kjalarvørrinum á kreppuni, sum sparkaði beinini undan Føroyum fyrst í nítiárunum.
Og táið Jákup Lamhauge heldur, at tað gongur væl, so man tað ganga væl tí hann er ikki kendur fyri at gera ov nógv av.
Býráðsformaður í Runavík, sigur, at táið tað aftur er farið at ganga gott í Runavík er tað fyrst og fremst tí, at virksemið er nógv vaksið á at kalla øllum økjum.
Hann sigur, at tað helst er fiskivinnnan, sum hevur ment seg munandi.
Fyrst og fremst er tað flakavirkið Lynfrost, sum Fiskavirking eigur.
Tað er eitt stórt arbeiðspláss, har eini 150 fólk eru í sving, táið arbeiði er.
Men síðani er tað landingarmiðstøðin hjá Beta, har ið eisini nógv skip koma at avreiða. Í fjør vórðu eini 15.000 tons avreidd til landingarmiðstøðina.
Á landingarmiðstøðini verður fiskurin skildur og avgreiddur víðari til keyparar víða hvar.
Saman við Lynfrost komu sostatt eini 30.000 tons av fiski upp um keikantarnar í Runavíkar Kommunu.
Fiskamarknaðurin á Toftum tekur ímóti nógvum fiski. Inni á Glyvrum er Bakkafrost eitt stórt arbeiðspláss.
Á bakkafrost verður mest alifiskur virkaður. Men tey keypa eisini annan fisk, svartkalva og onnur, meiri óvanlig fiskasløg.
Bakkafrost er so stórt arbeiðspláss nú, at tey betala meiri út í lønum nú, enn Lynfrost ger.
Somuleiðis er nógvur farmaflutningur hiðani við tað, at Skipafelagið hevur støð her.
Afturat hesum eru tríggjar, stórar smiðjur í Runavík, umframt í kommununi umframt onnur framleiðsluvirki
Draga alt annað við sær
Jákup Lamhauge sigur, at øll hesi arbeiðsplássini í framleiðsluvinnuni draga nógv annað vuirksemi við sær.
T.d. føra skipafelagið, landingarmiðstøðin og fiskamarknaðurin sera nógvan flutning við sær, og tað merkist munandi hjá teimum, sum hava lastbil.
Men hetta smittar eisini handilslívið og tænastuvinnuna í kommununi, sum eisini hava ment seg munandi.
Í Runavík er eitt blomstrandi handilslív og fólk kemur ikki bara aðrastaðni frá úr Eysturoynni til Runavíkar at keypa, men eisini úr Havn og aðrastaðni í Føroyum.
Eins og alla aðraastaðni í Føroyum doyði byggivinnan at kalla út í kommununi tey ringastu kreppuárini.
Í nógv ár vórðu ikki eini einastu hús bygd í Runavík.
Men eisini tað er nógv broytt. Nú er byggivinnan raknað við aftur. Og hetta seinasta hálvtannað árið eru 13 nýggj hús sett í gerð.
Jákup Lamhauge sigur at tað, at fólk vinnur pengar, ger, at tey hava betri ráð, og so brúka tey eisini meiri. Hetta eru ringvirkningar, sum síggjast allastaðni í samfelagnum her á Skálafjørðinum sigur Býráðsformaðurin.
Nú er onki arbeiðsloysi
Jákup Lamhauge sigur, at alt hetta hevur ført við sær at arbeiðsloysið í Runavíkar Kommunu nú er at kalla burtur.
Nú hava vi arbeiðið til allar hendur. Í almennu hagtølunum standa vit fyri einum arbeiðsloysi uppá eini 2%. Men tað er ikki annað, enn hvat altíð er, tí tað er altíð onkur einstøk, sum ikki arbeiða.
Og hetta er sanniliga stór framgongd afturímóti teimum ringastu kreppuárunum, tí í 1993, var arbeiðsloysið eini 14%
Nógv meiri skattur
Tað dylist heldur ikki fyri, at alt hetta virksemið í kommununi ger tað eisini hugaligari at sita á kommunukassanum.
Jákup Lamhauge sigur, at skattainntøkan hjá kommununi lækkaði heilt niður á 29 milliónir hóast skattaprosentið var heilt uppi á 21%.
Í fjør var skattainntøkan 36,8 milliónir við einum skattaprosentið uppá 19%.
Hann skoytir uppí, at eftir tølunum higartil í ár bendir alt á, at talan verður um líka høga skattainntøku í ár.
Hendan framgongdin hjá kommununi ger, at kommunan eisini er farin at hugsa um, at gera íløgur.
M.a. er ætlanin at byrja uppá nýggjan veg frá høvuðsvegnum, oman á havnalagið á Glyvrum.
Ætlanin er at byrja aftaná Ólavsøku. Vegurin, sum er, tekur ikki longur alla ta tungu ferðsluna, sum er. Serliga stinga trupulleikar seg upp um veturin, tá ið tað er hált, tí tá sleppa bilarnir illa niðan av keiini.
Somuleiðis er ætlanin er gera ein íbúðarveg í Saltangará.
Í ár eru settar tvær milliónir av til tey bæði arbeiðini.
Tað er eisini ætlanin at at fara undir stórar ábøtur á skúlan. Skúlin er bygdur í 1958 og krevur stórar ábøtur nú. Byrjað verður í summar, og hildið verður fram komandi ár.
Skylda enn nógv
Býráðsformaðurin í Runavík leggur dent á, at hóast framgongdina, er kommunan enn ikki komin burturúr kreppuni. Tí enn er skuldin stór.
Táið vit skyldaðu mest, í 1993, skyldaðu vit næstan 100 milliónir.
Síðani hava vit stríðst fyri at fáa skuldina niður, og við árslok í ár er hon komin niður á 62 milliónir.
Í ár fer Runavíkar kommuna at betala 6,2 milliónir í avdráttum.
Í dag búgva 2.370 fólk í kommunni.
Táið fólkatalið var uppá tað lægsta fyri nøkrum árum síðani í hægstu krepputíð, var tað niðri á 2.270 fólkum.
Áðrenn kreppuna búðu 2.540 fólk í Runavíkar kommunu.










