ætlaði sær at sláa niður. Tað man vera langt síðani, at HB hevur staðið fyri so ússaligum avriki á Toftum, sum tí teir sýndu í 2. hálvleiki sunnudagin. Hugburðurin var so jánkasligur, at tað tóktist sum um [...] rættuligan málmøguleika. Sammett við tíðliga á árinum var tað mest merkisvert, at Rúni Nolsøe var so lítið sentralur, og at dynamisku renningarnar hjá Rógva Jacobsen vóru fullkomuliga burtur. Hóast lítið sannførandi [...] tóktist hava fingið boð um at liggja aftarlaga á vøllinum, meðan Marlon Jorge skuldi royna at taka sær av framrættaða partinum. Mál og møguleikar B68 legði sera bragdliga fyri. Teir vóru ágangandi fyrstu
Hann sigur, at vóru øll ikki so lagalig, hevði hann mist bilin aftur. Hann sigur, at soleiðis mundi Hjálpartólamiðstøðin syrgt fyri, at hann ongan bil hevði við fyrst at geva honum boð um at selja tann [...] Almannaverkið um at fáa tær sømdir, sum hann annars hevði rætt til eftir lógini. Eitt nú at broyta ymiskt í húsunum, so at hann kundi ferðast innandura í rullustóli. Eisini tað gekk so strilti, at í eitt hálvt [...] viðgerðar, men at hon hvørja ferð varð løgd til viks, tí so manglaði hetta og so manglaði hitt. Ta einu ferðina minnist Odd, at hon varð útsett tí at tey høvdu gloymt at biðja um tilboð upp á bilar. Eina
góðtikið ? tó so, at vit skuldu hava lægri lønarhækking. Nærliggjandi hugsan er, at her hevur verið hugsað um, at politiski myndugleikin møguliga fór at hava tørv á semingsuppskoti at lóggeva eftir, um Løgtingið [...] samráðst varð á Hotel Hafnia við feløg, har 24 tímar vóru eftir at samráðast um semju, meðan okkara feløg kundu lýsa arbeiðssteðg beinanvegin, ið samráðingar slitnaðu. Broyttu taktikk Eftir semjuna á Hafnia, [...] skilliga sást, at ongar ætlanir vóru um at halda fram við samráðingunum. Rætt var, tí stutt eftir fóru flestu umboðini hjá arbeiðsgevarunum heim. Undrandi sótu vit eftir, tí ætlan okkara var at halda fram
málið var ov illa lýst frá byrjan og gav pressuni skuldina fyri tað. Tað kann pressan so bara taka til eftirtektar. Hinvegin lovaði løgmaður, at hann fer at arbeiða fyri, at eftirlønirnar verða á einum rímiligum [...] reiðiliga at svara. Heldur ikki løgmaður hevði nakað boð uppá, hvat eitt rímiligt støði eftir hansara meting er. Men hann fer at seta ein bólk at finna fram til tað. Innsavnararnir duldu ikki fyri, at teir [...] ein skrivstovukvinna í dyr og segði, at landsstýrismaðurin var á veg. Síðan kom Bjarni Djurholm sjálvur og beyð inn. Hann helt hurðini, til øll vóru komi innum. Inni á skrivstovuni fekk landsstýrismaðurin
botni, og tí gjørdi Kaj av at sigla út frá landi. »Blithsome« kom nú upp á prei, og har var rópt, at vit noyddust at gera okkum klárar til náttina, tí ódn fór at bresta á. Og so varð. Tá ið vit høvdu tikið [...] varð lagdur á, so teir sluppu so ikki upp. Skipið var nú rangstoytt, og Per og eg lupu fram í kolrúmið at oysa sjógv, og til alla lukku fingu vit oyst so mikið, at skipið lætnaði og fór aftur at arbeiða lætt [...] øgiligt. Eg slongdi kálvin fram á gólvið og leyp fram í gamla skúla at vita, hvussu støðan var. Tá sá eg, at glaspetti lógu á andlitinum á Heininu. Trýstið var so mikið stórt, at endin var farin úr húsinum
valt at nýta somu spæliætlan, sum riggaði so væl, tá KÍ var á vitjan fyri góðari viku síðani. Tað vil siga, at teir høvdu bert ein mann á toppinum, meðan væl pakkaði miðvøllurin so skuldi royna at stuðla [...] hann fyrr var vanur at gera, men dúgvu royndirnar viðføra, at hann aloftast megnar at standa á røttum stað, og á tann hátt er viðvirkandi til at tetta holini, sum íkomu, tá aðrir á miðvøllinum fóru við [...] inn á miðjuna og út í borðini vóru als ikki at hóma, men heldur var tað soleiðis, at hvør spælari vildi nerta so ofta sum gjørligt við bóltin, áðrenn spælt varð víðari, og tí kom ongan tíð ferð á spælið
vinnan fer at hava stórt árin á húsamarknaðin. Men so skjótt broytingar henda á arbeiðsmarknaðinum, so fær tað árin. Oljufólkini eru føroyingar í útlandinum Randi vísir á, at tá vit hava sagt, at vit vilja [...] aðrastaðni. Vit hava eitt so sárbart samfelag, tí vit bara hava fiskivinnuna at líta á, og 90?ini lærdu okkum, at tað kann verða vandamikið. Tí er gott at fáa fleiri bein at standa á. Eiga at seta størri krøv Randi [...] lóggávuni! Randi vísir á, at privata vinnan eisini má kenna tað sum at verða slept uppá fjall. Útviklingurin er enn komin so stutt, at tað ikki er møguligt at vita, hvat oljuvinnan fer at krevja av arbeiðsmegi
enn at halda seg til ta avtaluna, sigur Kaj Leo Johannesen. Einki er at ivast í, at tað fara at verða fleiri tíðindi at frætta frá HB. Spurningurin er, nær tey fara at koma, og hvørji tey fara at vera [...] Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til fyri at fáa gongdina at venda. Hjá okkum er talan um stuttskygda veruleikan, sum vit mugu gera nakað við og so langtíðar málið, ið er at vit skulu hava nógvar [...] vil siga, at bæði áskoðararnir og stuðlarnir hava verið trúfastir, sjálvt um tað hevur skorist illa á vøllinum. Tað vil siga, at tit ætla at keypa spælarar? ? Vit hava einki gjørt av, men at vit fara aðra
eyganum. Tí er okkurt, sum bendir á, at hesi bæði álopini hava samband hvørt við annað. Løgreglan vil tó ikki vátta, at so er. Jón Klein Olsen, støðleiðari, sigur, at løgreglan hevur ávísar persónar í [...] andlitini. Løgreglan heldur, at teir eru í aldrinum 15-18 ár. Líkt er ikki til at álopið er framt spontant, men at tað er lagt til rættis frammanundan. Tann álopni gongur vanliga á hesum leiðum, og tá teir [...] síggja tann 15 ára gamla, fara teir at ganga skjótari og fanga hann at enda. Hann verður hildin niðri, meðan ein drongur skerð hann í andlitið. Tað eftir øllum at døma ein ólógligur springknívur, sum
seg so væl, sum tað kann hugsast. Verturin man liggja á, at tað ikki hekk so ógvuliga væl saman í Klaksvík, og at tað fyrstu 80 minuttirnar ikki sá serliga sannførandi út. Tað, sum nú telur, er, at tað [...] og so tóktist tað hesa ferð, sum um fleiri av gøtumonnunum framvegis vóru troyttir eftir dystin mikukvøldið ímóti HB. At tann 2. hálvleikurin gjørdist nógv strævnari, enn tað var neyðugt, kom illa við [...] leygardagin bar avgjørt ikki boð um, at ÍF hevur nakað at gera í bestu deildini. Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at TB tapti 5?0 í Fuglafirði. Nú er TB besta boðið upp á uppflyting. Tað verður eitt