B36 í bestu støðu sum tað ber til

HB hevur møguleikan at siga takk fyri seinast, men mest sannlíkt er tað, B36 fer at siga takk fyri 1991

 

Samanum


B36 vann, og GÍ fekk einki. Soleiðis var veruleikin, tá klokkan nærkaðist fimm sunnudagin. Stutt frammanundan vendi tað hinvegin. Tá var KÍ komið á odda í Klaksvík ímóti B36, meðan tað framvegis var javnleikur í Gøtu.

Mátin, sum B36 vann upp á, var ikki lítið átøkur honum, sum teir fyri trimum vikum síðani ognaðu sær øll stigini í Miðvági. Tá tað var farið undir síðsta korterið, var mótstøðuliðið á odda, og tað tóktist sum um, at B36 einki skuldi fáa. Næstsíðsta sunnudag ímóti B68 í Gundadali bendi alt á, at tað skuldi enda málleyst. Men allar tríggjar ferðirnar hevur B36 verið omaná síðstu løtuna. Soleiðis var tað, tá teir í 1997 vunnu FM, soleiðis var tað, tá HB í 1998 vann FM, og tá KÍ í 1999 og VB í fjør vunnu meistaraskapin vórðu dystirnir ofta ikki avgjørdir komandi meistaraliðnum til fyrimunar fyrrenn í síðstu løtu.

Fjákuta tosið um at KÍ við vilja fór at geva B36 stigini, soleiðis at klaksvíkingar harvið kundu tryggja sær pláss í UEFA Cup varð gjørt til skammar av KÍ, sum ímóti stríddist tað, teir megnaðu.


Ynskistøðan

Hjá B36 og B36 viðhaldsfólki lagaði vikuskiftið seg so væl, sum tað kann hugsast. Verturin man liggja á, at tað ikki hekk so ógvuliga væl saman í Klaksvík, og at tað fyrstu 80 minuttirnar ikki sá serliga sannførandi út. Tað, sum nú telur, er, at tað eydnaðist at fáa øll stigini við aftur til Havnar.

GÍ megnaði ikki at fáa nakað ímóti NSÍ. Einki skal takast frá NSÍ avrikinum, men tá GÍ verður sammett við B36 er breiddin í spælarahópinum ikki tann sama, og tað hevur týdning. Skaðar raka dygt, og so tóktist tað hesa ferð, sum um fleiri av gøtumonnunum framvegis vóru troyttir eftir dystin mikukvøldið ímóti HB. At tann 2. hálvleikurin gjørdist nógv strævnari, enn tað var neyðugt, kom illa við sunnudagin.

Úrslitini í 16. umfarinum hava við sær, at B36 er í sannari ynskistøðu. Nú kunnu teir komandi sunnudag avgera meistaraskapin á heimavølli, og tað kann ikki vera betur. Serliga tá HB er mótstøðuliðið!

Meistaraskapurin í 1997 varð vunnin í Vági. Í 1991 hevði B36 møguleikan at vinna FM í Gundadali. HB var mótstøðuliðið, og teir syrgdu við 1?1 javnleiki fyri, at tað ikki var B36, men heldur KÍ, sum henda sama dagin tapti 2?1 í Gøtu, sum vann FM heitið.

Í fjør hevði HB allar møguleikar at vinna FM. Men ta ferðina var tað B36, sum við 2?2 javnleiki í næstsíðsta umfarinum spældi HB eitt puss, meðan B36 ikki megnaði at gera nakað við VB, tá teir í síðsta umfarinum komu í Gundadal.

Sunnudagin fer HB at gera sítt til at útseta B36 veitsluna. Avrikið í fyrsta sigrinum síðani 1. juli, tá HB vann ímóti FS Vágum, var einki serligt, men 1?0 sigursmálið ímóti EB/Streymi hjá 38 ára gamla Gunnari Mohr, sum er grivin framaftur, eftir at hann ikki hevur spælt á besta liðnum síðani 1997, mundi kennast serliga kærkomið. HB er framvegis á sjeynda plássinum, men við fullari úrtøku í tveimum teimum seinastu umførunum kunnu teir lyfta seg upp um miðjuna. Tað er ikki nøkur ynskistøða hjá HB. Hana eiga teir í B36, sum ivaleyst ? í tí loynda sjálvandi! ? fara at fyrireika tað heilt stóra til komandi sunnudag.

Sjálvandi verður tað stuttligast hjá B36, um teir vinna FM við sigri á grannunum. Men teir kunnu eisini gerast meistarar sunnudagin, sjálvt um teir tapa. B36 vinnur undir øllum umstøðum FM, um B68 sunnudagin megnar at fáa stig ímóti GÍ.


Millumvøran

Á Toftum høvdu teir undan kappingarbyrjan ivaleyst vónað, at B68 skuldi vera við í FM kappingini. Tað hava teir ikki megnað, og tað hevur sjálvandi havt við sær, at tað ikki hevur verið so spennandi hjá toftamonnum, sum tað kundi havt verið. Men tað skal vita heilt illa við, um bronsukrónurnar ikki verða vunnar. B36 sigurin í Klaksvík hevur ivaleyst við sær, at triðja plássið hjá B68 ikki fer at bera UEFA luttøku við sær, men heldur Intertoto Cup pláss.

VB er nú einasta liðið, sum kann hótta triðja plássið hjá B68. Við stórsigrinum ímóti B71 vístu vágbingar, at teir enn stríðast fyri 3. plássinum.

Í Runavík hava teir ikki fingið tað burturúr, sum teir høvdu vónað. Flotti sigurin í Gøtu hevði við sær, at NSÍ lyfti seg fram á fimta plássið, og teir hava framvegis møguleika fyri at endurtaka fjórða plássið frá í fjør.

KÍ í Klaksvík plagar at vera ov stórur biti hjá teimum flestu. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár. Tapið ímóti B36 var tað fjórða hjá KÍ á heimavølli í ár.

HB slapp sunnudagin undan øllum teoretiskum tosi um niðurflyting. Kanska teir kunnu lyfta seg eitt ella tvey pláss upp, men undir øllum umstøðum er talan um eitt sera vánaligt kappingarár. Ikki minst tá havt verður í huga, hvussu ljóst alt sá út í bólkaumfarinum í steypakappingini.

Stóra málið hjá EB/Streymi var sunnudagin at fara úr Gundadali við øllum stigunum. Tað eydnaðist ikki, og so er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast ímóti VB og NSÍ. Men eingin kann taka frá Berguri Magnussen og hansara monnum, at teir hava verið eitt gott íslett í bestu deildini.


Í leysum lofti

Spurningurin um niður? og uppflyting hongur framvegis í leysum lofti. Vágamenn gjørdu einki um seg á Svangaskarði, og tað sær svart út hjá teimum. Sandoyingar gjørdu heldur einki um seg í Vági. Teir munnu fyrst og fremst dúva uppá, at FS Vágar einki fer at fáa afturat.

Annað av hesum liðunum skal niður í 2. deild, og hjá hinum verður kappingarárið longt við tveimum dystum. Hvørjum dystirnir verða ímóti er framvegis púra opin.

ÍF hevur mesta partin av árinum verið besta boðið upp á beinleiðis uppflyting, men tepra tapið á heimavølli ímóti Skála hevur við sær, at nú skulu fuglfirðingar hava hjálp frá bæði sumbingum og klaksvíkingum, um teir við sigri í Runavík skulu flyta upp. Tað er lítið sannlíkt, og avrikið leygardagin bar avgjørt ikki boð um, at ÍF hevur nakað at gera í bestu deildini.

Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at TB tapti 5?0 í Fuglafirði. Nú er TB besta boðið upp á uppflyting. Tað verður eitt øgiligt stríð í Sumba komandi leygardag.

Skálamenn hava ongantíð verið í bestu deildini. Eftir tepra sigurin í Fuglafirði hava teir framvegis møguleikan fyri tí, og teir tykjast trúgva uppá, at tað skal bera til. Skála hevur staðið seg væl ímóti oddaliðunum, meðan teir fleiri ferðir hava kiksað ímóti teimum lægru staddu, t. d. ímóti GÍ, sum leygardagin so at siga misti plássið í deildini. Leygardagin fáa teir á Skála vitjan av KÍ, sum er í niðurflytingarvanda. Tann dystin mugu teir á Skála vinna, og so verður spennandi bæði hjá teimum og hjá klaksvíkingum at frætta, hvusu tað fer at gangast hjá tvørámonnum í Sumba og gøtumonnum í Gundadali.

Í 1. deild eru tvey umfør eftir at spæla. Komandi sunnudag verður spælt soleiðis: B68?GÍ, FS Vágar?KÍ, B36?HB, EB/Streymur?VB og NSÍ-B71. Annan leygardag verður spælt soleiðis: GÍ?B71, KÍ?B68, HB?FS Vágar, VB?B36 og NSÍ?EB/Streymur.

Í 2. deild verður átjanda og seinasta umfarið á skránni komandi leygardag: Skála?KÍ, NSÍ?ÍF, HB?GÍ, LÍF?B36 og Sumba?TB.